Bæði Allers og Egmonts mistu lesarar í farna mánaði.
Magasin-fyritøkan Allers, sendi 826.300 eintøk á gøtuna hvørja viku í august. Í mun til í fjør er hetta ein stór afturgongd, tí árið fyri var talið 890.900.
Eisini kappingarneyti teirra - Egmont Magasiner - merkti afturgongd í august mánaði. Upplag teirra er 312.600, ímóti 338.900 sama mánað í fjør.
Tað er serliga tíðarritið "Ude&Hjemme" sum er rakt. Upplagið er dalað við 14 prosentum- frá 149.600 til 128.800. Se&Hør fór frá 158.800 til 144.700 og Billed Bladet frá 178.900 til 167.700.