Valluttøkan á italska tjóðartingsvalinum hevur higartil verið minni enn í 2006 Sambært innanríkisráðnum í Rom høvdu 63,6 prosent av veljarunum verið á vali, tá valhølini lótu aftur í gjárkvøldið. Á seinasta vali fyri tveimum árum síðani vóru 67,6 prosent á vali tann fyrra valdagin.
Klokkan seks í morgun lótu valhølini uppaftur, og tey eru opin til klokkan tvey seinnapartin. Tað endaliga úrslitið kemur væntandi í morgin.
Meiningakanningar undan valinum vísa, at mið-høgrasamgongan hjá Silvio Berlusconi fer at vinna valið.










