Tann 7. mars verður tjóðartingsval í Irak, men meiningakanningar benda á, at nógvir irakar ætla sær ikki á val. Á valinum fyri fimm árum síðani vóru meiri enn 79 prosent av veljarunum og greiddu atkvøðu, men sambært teimum nýggju kanningunum fer valluttøkan neyvan upp um 64 prosent hesaferð.
Kanningarnar vísa eisini, at tað eru serliga sunnimuslimarnir, sum sita við hús valdagin.
Umleið 19 milliónir fólk hava atkvøðurætt á irakska tjóðartingsvalinum. Teirra millum eru hálv onnur millión irakar, sum búgva í øðrum londum.











