Færri ferðast á veingjum

Í januar í ár hava 12.246 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 3,3% færri enn í januar í fjør, tá 12.669 ferðafólk fóru um floghavnina. Í januar í ár vóru tilsamans 327 komur og fráferðir. Tað er ein øking uppá 8,3% í mun til januar í fjør. Samlaða farmamongdin, t.e. postur og annar flogfarmur, var í januar í ár 50,8 tons móti 49,6 tonsum í januar í fjør. Hetta svarar til eina framgongd uppá 2,4%.