Loftferðsla
Hóast afturgongd í oktober, so er samlaða ferðafólkatalið um flogvøllin vaksin fyrstu 10 mánaðarnar í ár í mun til í fjør.
Allar farleiðir um flogvøllin í Vágum í oktober hava havt afturgongd uttan Bretlandsleiðirnar. Harafturat hevur ongin frálandaferðsla verið higartil í ár.
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru tilsamans 189.937 fólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,7 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 183.086.
Í oktobur fóru og komu 455 flogfør. Hetta er 22,8 prosent færri enn í oktobur í fjør, tá 589 flogfør komu og fóru um floghavnina. Afturgongdin er bæði í rutu- og frálandaferðsluni.
Higartil í ár eru tilsaman 4.672 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 18,7 minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá 5.744 flogfør komu og fóru um floghavnina, skrivar floghavn.fo