Færri ferðafólk til Grønlands

Ferðaskrivstovurnar, sum selja ferðir til Grønlands, hava fingið væl færri bíleggingar í ár enn í fjør Tey seinastu árini hava altsamt fleiri útlendsk ferðafólk valt sær Grønland sum ferðamál, men í ár tykist vend vera komin í hesa gongdina.

Blaðið AG hevur spurt seg cfyri hjá donskum ferðaskrivstovum, og tað er líkt til, at fíggjarkreppan fær fólk at hugsa seg betur um, hvat tey skulu brúka pengarnar til.

Hjá Profil Rejser eru tey sera vónsvikin av bíleggingunum í ár, sum eru umleið 30 prosent færri enn um somu tíð í fjør. Ferðaskrivstovurnar Grønlands Rejser og Topas Rejser siga frá minni áhuga fyri Grønlandi. Hjá teimum er eftirspurningurin millum 10 og 20 prosent minni enn í 2008.