Færri fólk flyta til Føroya

Nettotilflytingin til Føroya í ár er hin lægsta síðan 1997. Bert 130 fólk eru netto flutt til Føroya fyrstu sjey mánaðirnar í ár

Eftir stóru burturflytingina úr Føroyum, sum var undir kreppuni fyrst í nítiárunum, hava fólk seinastu árini í stríðum streymi flutt heim aftur til Føroya. Henda gongd tykist at broytast nakað.
Sambært uppgerðini hjá Búskaparráðnum eru í ár 130 fólk netto flutt til Føroya, sum er munurin millum heimflyting og burturflyting til og úr Føroyar. Nettoflytingini í ár er lægsta tilflyting síðan 1997. Í 1996 fluttu netto einans 100 fólk heim fyrstu sjey mánaðirnar í árinum.
Búskaparráðið sigur, at henda gongd skal tulkast við varsemi, tí heimflytingin hevur verið rímuliga stór seinastu árini. Ráðið heldur kortini tað er eitt rák at hóma frá 2002, tí seinastu tvey árini er nettoflytiingin til Føroya minkað.
-Ein orsøk er helst, at inntøkuvánirnar eru versnaðar seinastu árini eins og bústaðarviðurskiftini ikki eru tey bestu, skrivar Búskaparráðið.