Í desember mánaði í fjør vóru 402 færri løntakarar í Føroyum enn árið fyri. Tað vísa tøl frá Hagstovu Føroya. Í desember 2008 vóru 25.656 løntakarar í Føroyum, og tað vóru 1,5 prosent færri enn eitt ár frammanundan.
Frá 2006 og frameftir hevur verið vøkstur í løntakaratalinum hvønn mánaða. Størstur var vøksturin í 2007, tá hann táttaði í 4% øking. Fram til juli 2008 var vøksturin meira hóvligur og var 1,7%, tá hann var størstur.
Í juli 2008 var løntakaratalið methøgt, men síðan tá hava tað verið færri løntakarar samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.
Sjálvt um afturgongd hevur verið í løntakaratalinum seinastu tíðina, eru framvegis nógvir løntakarar. Løntakararnir í desember 2008 vóru teir næstflestu yvirhøvur ein desember mánaða. Bara í 2007 vóru fleiri løntakarar í desember, sigur Hagstova Føroya.