Færri fáa HIV

Síðani sjúkan HIV ella eyðkvæmi bleiv staðfest á fyrsta sinni, hava umleið 60 milliónir fólk fingið smittuna, og av teimum eru umleið 25 milliónir deyð. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum ST almannakunngjørdi í gjár.

Í frágreiðingini stendur eisini, at sjúkan breiðir seg als ikki so nógv nú sum fyrr, og at talið á nýggjum tilburðum er minkað nógv. Nevnt verður, at sambært hagtølunum eru teir nýggju tilburðirnir fækkaðir 17 prosent tey seinastu átta árini.

Í fjør vórðu 2,7 milliónir fólk smittað við HIV, og í løtuni hava 33 milliónir fólk smittuna í sær, sigur ST.