Færri doyggja av yvirgangsálopum

Hetta er triðja árið á rað, at færri fólk lata lív í yvirgangsálopum

Yvirgangsálop kravdu í 2017 lívið hjá L persónum og 8.075 yvirgangsfólkum. Tað vísir eitt yvirlit hjá felagsskapinum Global Terrorism Database, ið savnar hagtøl yvir yvirgangsálop. Tað er DR, ið endurgevur úr kanningini.


Hagtølini hjá stovninum vísa, at tað vóru 10.900 yvirgangsálop í fjør, men handan syrgiligu tølini hómast góð tíðindini. Hetta er nevniliga triðja árið á rað, at talið av yvirgangsálopum lækkar.
Í 2014 vóru 17.000 álop, har 45.000 fólk lótu lív, meðan tað í 2016 blivu fram 13.488 álop, ið kravdu 22.400 lív.


Mett verður, at tað serliga er afturgongdin hjá yvirgangsfelagsskapum sum Islamski Staturin og Boko Haram, ið er orsøkin til, at færri álop verða framd og færri fólk verða dripin, skrivar DR.


Men hóast virksemið hjá IS er minkað, framdi felagsskapurin kortini flest álop í 2017. Mett verður, at 7.120 fólk doyðu í 1.321 álopum, ið IS skipaði fyri.


Størsta yvirgangsálopið í 2017 bleiv framt í Mogadisku, Somalia, har 587 fólk lótu lív, tá ein lastbilur við spreingievnum fór í luftina. Eingin felagsskapur hevur tikið ábyrgd fyri álopið, men illgruni er um, at islamistiski felagsskapurin al-Shabaab skipaði fyri álopinum.


Um hugt verður eftir hvørji lond eru harðast rakt av yvirgangsálopum sæst, at 23 prosent av álopunum vóru í Irak, 13 prosent í Afganistan, 4 prosent í Vesturevropa og 1 prosent í USA.