Bjarnirnar í Norra verða alsamt færri, meðan talið á úlvum økist. Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá Rovdata.
Í fjør vóru 137 bjarnir í Norra, og var tað ein afturgongd, samanborið við árið fyri, tá tær vóru 151 í tali. Í 2010 vóru 166 bjarnir í Norra.
Hinvegin verða úlvarnir alsamt fleiri í tali, og higartil í ár er talið mett til at liggja millum 64 og 77, samanborið við tølini fyri einum ári síðani, tá teir vóru millum 56 og 64 í tali.