Færri bilar seldir í ár – men fleiri í november

Hóast bilasølan higartil í ár er minkað við 8,6 prosentum, so er støðan ikki líka ring í novembermánaði.

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilainnflutningin ársins fyrsu 11 mánaðir.

Tí í novembermánaði í ár eru seldir 27n fleiri bilar enn sama mánað í fjør.

Higartil í ár eru seldir 255 færri akfør, enn sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamanse eru seld 2.698 akfør higartil í ár. Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 2.953.

Hagtøl um skráseting av nýggjum akførum ársins fyrstu 11 mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør:

##med2##