Færri biðja um pengar frá bankunum

- Eftirspurningurin eftir fígging er lítil, og samlaðu útlánini eru minkað í tráð við, at húsarhald og vinnufyritøkur gjalda niður skuld heldur enn gera íløgur, sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini. Avleiðingin er sambært ráðnum, at rentumarginalurin er blivin størri

Minkingin í útlánum ávirkar raksturin hjá føroysku peningastovnunum, og ein avleiðing av tí er, at munurin millum útláns- og innlánsrentum.

Tað sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini, sum varð kunngjørd fyrr í vikuni.

- Gongdin í føroyska fíggjargeiranum er ikki broytt stórvegis síðsta árið. Eftirspurningurin

eftir fígging er lítil og samlaðu útlánini eru minkað í tráð við, at húsarhald og

vinnufyritøkur gjalda niður skuld heldur enn gera íløgur, sigur Búskaparráðið.

- Minkingin í útlánunum ávirkar raksturin hjá bankunum, og eitt úrslit av hesum er størri munur á útláns- og innlánsrentum. Hendan gongdin sæst eisini í fleiri av grannalondum okkara.


Minni eftirspurningur

Gjaldførið hjá føroysku peningastovnunum er sum heild gott, og útboðið av fígging er í

løtuni neyvan tað, ið í størstan mun darvar vøkstri í útlánum, heldur Búskaparráðið.

- Í árunum upp til fíggjarkreppuna gjørdist atgongdin til fígging ómakaleysari bæði hjá húsarhaldum og fyritøkum. Hetta var galdandi í Føroyum eins og í stórum parti av vesturheiminum. Eisini bankarnir sjálvir tóku stór lán uttanlands fyri síðani at læna peningin útaftur í Føroyum. Hesir møguleikar eru nú minkaðir.

- Eitt vælvirkandi fígggjarkervi er til reiðar at fíggja verkætlanir, ið kunnu kasta vinning av

sær við tíðini. Verður fígging ikki givin til tílíkar verkætlanir, verður tosað um eina

kreditklemmu. Hildið verður ikki, at nøkur kredit-klemma eyðkennir fíggjargeiran í løtuni, sigur Búskaparráðið.

- Hinvegin er eftirspurningurin eftir fígging lutfalsliga lítil, og hetta tálmar

útlánsvirkseminum hjá bankunum nakað.

Búskaparráðið vísur á, at tað er vanligt eftir fíggjarkreppur, at lógarverkið verðir undir fíggjargeiranum eftirmett. Eitt tíðarskeið við broytingum og táttingum kann væntast at byrja. Peningastovnar merkja hetta millum annað við, at størri krøv verða sett til hagtalsframleiðslu til eftirlitsstovnar og størri solvens- og gjaldføriskrøv, sigur Búskaparráðið.