Færri børn fáa ergoterapeutiska viðgerð

- Ætlar landsstýrismaðurin at barnaergoterapi skal verða eitt viðgerðartilboð í nýggju lógini um heilsutrygd?

- Færri børn fáa nú játtaða ergoterapeutiska viðgerð frá almannastovuni ? fleiri tíggjutals færri ávísingar eru í dag enn fyri fáum mánaðum síðani. Hví gav Heilsumálaráðið ikki beinanvegin ergoterapeutfelagnum og sjúkrakassanum heimild til at fara til samráðingarborðið?

Hesar spurningar vil Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, hava Aksel V. Johannesen, landsstýrismann at greiða frá. Hon sigur, at tá slíkar broytingar verða gjørdar ? sum fleiri ráð hava sína ávirkan á - er sjálvsagt, at landsstýrisfólkini saman gera sítt til, at fyribyrgja brotyingar skapa so fáar frustratíónir og órógv sum gjørligt. Tí spyr hon landsstýrismannin, um hann heldur mannagongdirnar í hesum máli kundu verið øðrvísi?

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur hon, at í mai kom kunngerð - nr. 44. frá 6 mai 2009- frá almannamálaráðnum um, at børn bert kundu fáa játtað viðgerð til fysio -og ergoterapi, um ein sáttmáli var við sjúkrakassan frá 1.januar 2010. Fysioterapeutarnir høvdu longu ein sáttmála við sjúkrakassan ? og ergoterapeutfelagið ætlaði sær við eitt til samráðingarborðið, men slapp ikki, tí eingin heimild var frá Heilsumálaráðnum til at fara undir samráðingar.

Almanna ?og heilsumálaráðið var eitt ráð til fyri einum ári síðani, og eru tey framvegis í sama húsi. Tí undrar tað spyrjaran, at slík kunngerð kemur út, uttan at heilsumálaráðið eisini gevur heimild til at ergoterapeutarnir kunnu seta seg við samráðingarborðið beinanvegin. Tá samráðingarrætturin kom í august var skotbráið ov stutt og eingin sáttmáli verður tískil fingin í hús áðrenn 1. januar 2010.

Mannagongdin í hesum máli undrar spyrjaran stórliga. Sum er, fáa um 100 børn ergoterapeutiska viðgerð og millum 30 og 40 verða liðugt viðgjørd á hvørjum ári. Vit hava ikki serstovnar til hesi børn og ergoterapi er eitt av sera fáum viðgerðartilboðum til júst hesi børn í Føroyum. 100 børn kunnu sostatt missa eitt av fáu viðgerðartilboðunum vit hava í Føroyum um ársskifti

Sum skilst er veruleikin longu, at færri børn nú fáa játtað ergoterapeutiska viðgerð frá almannastovuni ? fleiri tíggjutals færri ávísingar eru í dag enn fyri fáum mánaðum síðani. Bæði børn og foreldur kenna longu sviðan, hóast gildiskoman ikki er fyrr en 1. januar. Hetta ávirkar gerandisdagin og lívsdygdina hjá fleiri 100-tals føroyingum.