Færri akfør innflutt í juli

Í juli vórðu 11 færri nýggj akfør innflutt til Føroya í mun til juli í 2018. 249 vórðu innflutt í juli í ár í mun til 260 í juli í 2018, upplýsir Akstovan

Hóast talið av nýggjum skrásettum akførum er eitt vet færri í juli, so er samlaða nøgdin av innfluttum akførum fyrstu sjey mánaðirnar í 2019 tó 164 fleiri nýggj akfør í mun til fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru 1993 nýggj akfør skrásett í mun til 1829 sama tíðarskeið í fjør.

Hækkingin fyrstu sjey mánaðirnar í ár svarar til 8,97 prosent.

Lækkingin í juli í ár stavar serliga av at færri persónbilar vóru innfluttir í juli í ár í mun til í juli í fjør. Í ár vórðu innfluttir 164 nýggir persónbilar í juli móti 192 sama tíðarskeið í fjør.

Hyggja vit eftir talinum á brúktum akførum, sum eru innflutt til Føroya, so vóru 31 nýggj skrásett í juli í ár í mun til 30 fyri juli í fjør.

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 158 brúkt akfør innflutt til Føroya í mun til 177 sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til eina lækking upp á 10,73 prosent.