Ein spurningur, sum hevur verið nakað frammi beint undan nýggja árinum er talið av aðalráðnum. Hetta er sjálvandi eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt longu nú, tí hetta árið 2010 er ikki bara eitt nýtt ár men tað er eisini tað fyrsta í einum nýggjum ártíggju. Tvs. at vit hava bæði orsøk til og brúk fyri at seta hol á mál, ið vit ynskja skulu broytast kolveltandi komandi árini.
Føroyar telja bara unleið hálvthundrað túsund menniskju. Tí eiga viðurskiftini eisini at lagast út frá hesum fortreytum. Eisini spurningurin um talið á aðal- ella landsstýrisráðnum. Vit mugu veruliga fara í “tænkeboks” av nýggjum og gera upp við vanabundna hugsan og tillaga alla skipanina av aðalráðnum eftir tørvi og hvat vit hava ráð til.
Tey eru níggju í tali í dag, og talið hevur verið heilt niðri á seks. Tvs. heili trý aðalráð færri. Hvør er so orsøkin til, at tey eru vorðin so nógv í tali? Er tað arbeiðsbyrðan, sum er vorðin størri ella er tað rætt og slætt fyri at fáa politiskar kabalur at ganga upp! Sjálvandi er talan um bæði tvey, men politiska kabaluleggingin man vera høvuðsorsøkin til, at vit fingu so mong aðalráð.
Hóast ABC samgongan varð skipað við ikki færri enn 9 ráðum, so hava bæði løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og nú eisini vinnumálaráðharrin mælt til at lækka talið av aðalráðum. Onkur hevur sett tal á. Seks aðalráð.
Eitt er teori, annað er praksis. Hvat kunnu vit so vænta? Neyvan er realistiskt at rokna við eini broyting í hesum valskeiðnum, men hví ikki brúka byrjanina av hesum ártíggju til at fyrireika at fækka talið á aðalráðnum. Hví ikki gera hetta til eitt felagsmál fyri allar flokkar: at uttan mun til hvør samgonga situr eftir komandi val, so skal talið av aðalráðnum lækkast, so tað hóskar til okkara veruleika. Í nýggjárssending í ÚF komu bæði stjórin á Hagstovuni og stjórin á Havsbrún inn á nettupp spurningin um aðalráð. Og har var svarið greitt: leggið fiskivinnu- og vinnumál saman og gevið júst hesum málsøki nógv størri fokus. Herman Oskarsson fór so langt sum at siga, at vinnumálini áttu at fingið nógv størri raðfesting enn eitt nú fíggjarmálini.
Hetta eru avgjørt áhugaverdir tankar. Tí tað er vinnulívið, sum er grundarlagið undir øllum, og tá stjórin á einum av landsins størstu vinnuvirkjum, Havsbrún sigur sítt virki verða slept nærum uppá fjall í almennu skipanini, tí tað hvørki hoyrir undir fiskivinnu- ella vinnumál, so er okkurt ravruskandi galið. Lat okkum taka úttalilsini í hesi frálíku ÚF sending til eftirtektar og taka tey við í moduleringini av eini heilt nýggjári skipan við aðalráðnum eftir komandi val. Tað kann annars virka heilt øvugt, tá vit hoyra formann Fólkafloksins vilja avmarka almenna forbrúkið samstundis sum hann sjálvur gongur á odda við at hækka hesar útreiðslur umboðandi ein hin størsta vøksturin í almennu skipanini, nevniliga uppbyggingina av einum uttanlandsráð, hvørs uppgávur í stóran mun kundu verið riknar av løgmansembætinum.
Sosialurin