Hesi orðini runnu mær í hug, tá ið danski forsætismálaráðharrin Poul Nyrup Rasmussen herfyri aftur var á vitjan í Føroyum, ferðaðist um landið, klappaði okkara børnum um kjálkarnar, streyk politikarum eftir hárinum, og listilærdur, sum slíkir harrar kunnu vera tað, í fjølmiðlunum vissaði um, at hann fór ikki at leggja seg út í okkara avgerðir um framtíðar politisku støðu Froya, samstundis sum hann gav til kennar, hvat hann mælti til og hvørjar fylgjurnar kundu gerast, um vit ikki fylgdu hansara ráðum.
Føroyski Javnaðarflokkurin hevði um sama vikuskifti landsfund, har tvíningurin millum brøðraflokkarnar báðar, tann føroyska og tann danska, var eitt aðal fundarevni. At ein brøðralig samanrenning av sjónarmiðum um okkara tjóðskaparstøðu er farin fram á hesum fundi, Nyrup var heiðursgestur og annars við hetta vitjannarhøvi hjá danska forsætisráðharranum, man lítið vera at ivast í.
Javnaðarflokkurin, sum var fyri álvarsligum bakkasti í sambandi við fíggjarkreppuna, hevur, væl skiljandi, lagt alla orku í til tess at koma sær politiskt fram í ljósið aftur. Sosialideologiskt kunnu vit ynskja honum tillukku við, at so væl hevur gingið framá. Men tá ið flokkurin egnir við agni, sum ikki er úr hansara politisku goymslu, og fiskar á leiðum, sum ikki er hansara heimasjógvur, gerst framferðin meira ivasom..
At flokkurin er komin sær upp í rasshaft av vallyftum, sum vóru opportun upp undir seinastu fólkatings- og løgtingsval, men sum seinni komu floksins leiðslu í eina tvístøðu millum givin lyfti og tað, sum meira er flokkinum íborið, kunnu vit smírast at. Men skal Javnaðarflokkurin, sum seinnu árini eisini hevur spælt upp á tjóðskaparligar streingir, nú royna at markera seg við at tvíhalda um eina serstøðu í staðin fyri at taka hendur saman við teimum, sum við hógv og skili leggja kós fram móti sjálvræði, sjálvsábyrgd og sjálvvirðing, kann hann valla annað enn missa av sínum politiska trúvirði millum manna.
Ólavur Hátún