Í Føroyum er ikki verandi hjá samkyndum

Fyri at fáa eitt vanligt lív skifti eg tjóð, í Føroyum er ikki verandi hjá samkyndum, og tí eru míni ráð til øll ung samkynd: Flyt úr Føroyum! Eg havi tað sum blomman í egginum, var eg verandi í Føroyum og var eitt sindur veikur, var eg kanska giftur við einum konufólki nú

Føroyingur í Danmark
 
Fróði Holm Knudsen flutti 18 ára gamal til Danmarkar. Hetta var fyrst í 80árunum. Hann flutti fyri at kunna fáa ein vanligan ungdóm sum samkyndur. Nú 25 ár seinni hittið eg tann (sambært honum sjálvum) 28 ára gamla Fróða í Keypmannhavn. Hann tykist nøgdur við lívið og sigur, at hann elskar at búgva á Frederiksberg.
 
Skrivar um undirhald
Fróði arbeiðir á danska dagblaðnum BT, har skrivar hann um undirhald. Vit hittast týskvøld, tí mikudag og hósdag verður hann í London, har hann skal til undanfrumsýning av nýggja King Kong filminum. Hann skal gera eina samrøðu við leikstjóran Peter Jackson og onkran av sjónleikarunum, ið spæla við filminum. Hann greiðir frá, at hann hevur arbeitt við at skriva um undirhald nú í fýra ár. Honum dámar hetta væl, men hann ætlar sær skjótt at fara undir at lesa enskt á univeristetinum. Hann hevur lisið heimsspeki og franskt fyrr og er journalistútbúgvin av journalistháskúlanum í Århus. Meðan hann læs, var hann í starvsvenjinig á BT og fekk fast starv har aftan á loknan lestur. Á blaðnum hevur hann fingist við øll møgulig øki: alt uttan ítrótt, tí tað interesserar meg slett ikki, sigur hann
 
Samkyndur formaður í Danmark
Fróði er formaður í felagskapinum Friðarboganum, ið er felagskapurin hjá teimum samkyndu í Føroyum. Eg spyrji hann, um hann ikki heldur, tað vera løgið, at formaðurin í felagsskapinum hjá føroyskum samkyndum býr í Danmark. Hetta heldur hann ikki, Jú, kanska í eini ideellari verð, har vit samkyndu eru góðtikin og elskaði í Føroyum. Tá hevði tað verið løgið at havt ein útiseta sum formann, men í hesi verðini búgva 90% av teimum føroyingum, ið eru opnir um, at teir eru samkyndir, uttanlanda. svarar Fróði.
 
Skifti tjóð
Fyri at fáa eitt vanligt lív skifti eg tjóð. Í Føroyum er ikki verandi hjá samkyndum, og tí eru míni ráð til øll ung samkynd: Flytið úr Føroyum! Eg havi tað sum blomman í egginum á Frederiksberg, varð eg verandi í Føroyum, og var eg eitt sindur veikur, var eg kanska giftur við einum konufólki nú, sigur Fróði og vamlast sjónliga (til stuttleika) við tankan, Hugsa tær at vera saman við einum konufólki, puha sigur hann og flennur.
 
Útspiltur og álopin
Sum ungur samkyndur hevur tú ongan møguleika fyri at liva eitt vanligt lív í Føroyum. Tú verður útspiltur og eisini álopin, men ringast av øllum er, at tú fært ikki livað, tað fríða óbindandi kynslívið, sum hoyrir ungdóminum til. Tí antin eru tínir potentiellu sekspartnarar ikki sprotnir, ella eru teir ikki í Føroyum. Eingin eigur at ofra sín ungdóm og ganga runt í Føroyum og verða útspiltur. Tað er ikki rætt, tí er best at fara. Eg veit væl hetta er syndarligt. Tí eitt lítið land sum Føroyar hevur ikki ráð at missa eina einastu heilakyknu., sigur Fróði.
 
Eg vil vera elskaður
Hann greiðir frá, at hann flutti heim aftur stutt eftir, at hann var fluttur niður. Mamma vildi hava meg heim aftur, sigur hann. Men hetta gekk als ikki, og hann flutti niður aftur árið eftir. Hann sigur, at hann ikki kann ímynda sær at flyta heim aftur, sum er. Tann dagin tá tey samkyndu verða elskaði og ynskt í Føroyum, tá er tað ein møguleiki: Eg vil ikki bara góðtakast fyri tann, ið eg eri, eg vil vera elskaður.
 
Eg kenni meg illa viðfarnan
Eg havi langt síðan avgjørt, at eg ongantíð aftur skal hava eitt føroyskt lívsgrundarlag. So, um eg skal heim til Føroyar, skal eg vera millioner. Eg nokti at fara til Føroyar og so verða noyddur, at fara uppá kompromis við mínar sannføringar fyri at yvirliva. Eg kenni meg sum samkyndan illa viðfarnan av Føroyum, og fari ongantíð at lata meg fanga av Føroyum aftur. sigur Fróði við nógvari sannføring.
 
Amatør parlament
Sum formaður í Friðarboganum undrast hann stórliga á viðgerðina, ið málið um rættin at gera mismun á samkyndum hevur fingið á tingi. Fleiri tinglimir hava pástaðið, at mismunur ikki verður gjørdur móti samkyndum, men alíkavæl velur rættarnevndin als ikki at tosa við felagskapin hjá teimum samkyndu. Onkur tinglimur sigur, at hann ikki minnist nakran ágang ímóti teimum samkyndu. Hetta heldur Fróði vera burturvið. At tosa um at minnast, hví kanna tey ikki ístaðin fyri at minnast? Sjálvandi eru hate crimes í Føroyum, hate crimes eru allastaðni og serliga í einum sovorðnum intolerantum umhvørvið sum tí føroyska. Eg veit væl, at nógv er broytt síðan eg búði í Føroyum viðvíkjandi opinleika. Men tá eg tosi við samkynda ungdómin, so forelja tey um akkurát teir somu trupulleikarnar, sum eg hevði. Eg haldi, at tað er forbannað frekt av løgtingslimum at pástanda, at eingin trupulleiki er. Tað er beinleiðis ekstremt ódemokratiskt. Hvat við at spyrja tey, sum hava noyðast at liva við trupulleikanum? Um hesir løgtingslimir veruliga halda, at eingin trupulleiki er, hví berjast tey so hart ímóti uppskotinum? Lat meg bara kalla ein spaka fyri ein spaka: Eitt parlament, sum agerar so býtt, sum tað føroyska er eitt amatør parlament. Tað er beinleiðis flovisligt, at senda sovorðnar løgtingslimir uttanlanda at umboða Føroyar.
 
Øgiliga takksamur
Fróði heldur tó, at nakrir glottar eru at hóma. Hann ynskir í tí samanhangi at takka teimum løgtingslimunum, ið hava sett uppskotið fram, um at gera tað ólógligt at gera mismun vegna kynsliga sannføring. Hann ynskir eisini at takka teimum nógvu føroyingum, sum hava stuðlað Fridarboganum. Hann heldur, at tað er ein áhugafelagsskapur millum tey samkyndu og tey, ið ynskja eina tolsamar Føroyar. Tey, ið berjast fyri rættindinunum hjá minnilutabólkum, berjast eisini fyri rættindunum hjá sær sjálvum at velja at liva sum teimum lystir. Og harvið berjast tey eisini fyri okkara rættindum. Tað eru vit øgiliga takksom fyri, tí tað er greitt, at samkynd fáa eingi rættindini uttan so, at tey hinkyndu ynskja tað., sigur Fróði. Hann sigur, at tað vera rørandi at vita, at Havnarkórið luttók á Gay Pride fundinum í Tinghúsgarðinum, umframt sjálvandi øll tey, ið vístu sín stuðul við at luttaka á fundinum.
 
Reindyrkaður óndskapur
Fróði betakkar seg fyri kærleikan hjá teimum víðgongdu kristnu, ið siga, at tað er av kærleika, at tey ynskja at hjálpa teimum samkyndu burtur úr teirra syndafullu tilveru. Hann sigur: Hatta er reindyrkaður óndskapur! Hesi somu fólk hava ongan trupulleika við hjúnarskilnaði og fleiri øðrum málum, ið eru synd sambært teirra tulking av Bíbliuni. Veruleikin er tann, at tey klára ikki sjálvi at liva upp til krøvini, ið tey meina Bíblian setur.
 
Krevja at onnur liva sum tey
Fróði heldur, ein trupulleika við teimum víðgongdu kristnu vera, at tey krevja, at onnur skulu liva sum tey. Hann vísir á, at tey samkyndu krevja ikki, at hinkynd skulu liva sum samkynd. Tí er tað sera keðiligt, at tey víðgongdu kristnu skulu krevja, at allir adrir føroyingar skulu liva sum víðgongd kristin. Hann heldur, at tá hesi fólk tosa um talifrælsið, so er hetta burturvið. Tí tað er at misnýta talifrælsið at brúka tað til at sparka ein minnilutabólk, ið longu liggur niðrið. Eitt dømi er nýtslan av orðinum kynsvillingur. Hetta heldur hann vera skandaløst. Hann heldur eisini, at føroysku fjølmiðlarnir í hesum føri als ikki vóru sína uppgávu vaksnir. Teir bóru í alt ov stóran mun boðskapin víðari, í staðin fyri at gera nýtsluna av orðinum til eitt mál í sær sjálvum.
 
Ikki bert fyri okkara skuld
Fróði vísir á, at tey samfeløgini har frælslyndi og tolsemi fáa fríar ræsir, klára seg væl betur enn tey samfeløgini, har snævurskygni trívist. Hetta eru tey ríkastu londini í heiminum. Tí er tað ikki bert fyri okkara skuld, at vit skulu hava somu rættindi, sum øll onnur. Føroyar kann vinna nógv við at geva okkum arvarættindi, rættindi til giftarmál, ættleiðing og alt hitt, ið hinkynd pør hava rætt til. Tí tad er eitt tekin um tolsemi, og so tíma vælútbúgvin og kreativ fólk at vera í Føroyum. Nógv kjak hevur verið um rættindini hjá samkyndum pørum at ættleiða børn. Óli Breckmann løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, segði tildømis við Sosialuin um málið, um virksemið hjá Friðarboganum Henda aggresiva ideologiin er ein fýratrinsrakkett, sum endar við einum sirkusi av prestum og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sundurlesingin og børnum, sum gerast hvørkikyn. Fróði vísir á, at kanningar í Svøríki vísa, at børnini hjá samkyndum pørum, verða akkurát líka væl tilpassaði sum børnini hjá hinkyndum. Tey verða heldur ikki meira ella minnið happaði enn onnur børn.
 
Trupult at reka Friðarbogan
Fróði sigur, at tað er sera trupult at fáa arbeiðið í Friðarboganum at glíða. Hugskotið við Friðarboganum var at skapa ein felagskap, ið kundi hjálpa ungum samkyndum í Føroyum við teimum trupulleikum, ið hesi hava. Hetta er eitt arbeiði, ið nógv av teimum eldru samkyndu fegin vilja hjálpa við. Men flestu samkynd hava øgiliga skiftandi kenslur fyri føroyska samfelagnum. Tey elska sjálvandi sítt heimland, men soleiðis sum tey verða viðfarin, hata tey eisini Føroyar. Hetta kann gera hugin til at hjálpa í Føroyum minni. Hetta ger tað torført at samskipa arbeiðið í felagnum. Fróði ætlar sær frá sum formaður á næsta aðalfundi í Friðarboganum. Hansara ætlan við at gerast formaður var fyrst og fremst at gera felagnum eina heimasíðu, og hetta arbeiðið er um at koma undir land. Tí er tíðin komin at lata onkran annan taka yvir.