Føroyskur vinnarafilmur handast ST-aðalskrivaranum

Føroyski vinnarafilmurin í veðurlagsfilmskappingini REClimate 2009, »Burden« skal nú handast Ban Ki-moon, ST aðalskrivara.

Í heyst hevur veðurlagsfilmskappingin REClimate 2009 fingið hundraðtals ungdómar í øllum Norðurlondum at luttaka í veðurlagsspurninginum. 125 filmar eru úrslitið av drívmegini og viljanum hjá hesum ungu fólkum.

 

Tá avtornaði vóru tað tó føroysku garparnir Jákup Klein, Jóannes Martin Johannesen og Hermann Mørkøre, allir út Tekniska Skúla í Klaksvík, sum struku av stað við heiðurinum fyri besta filmin.

 

Tá vinningarnir vóru latnir vinnarunum, segði undirvísingarráðharrin í Danmark, Bertel Haarder, at »Teir ungu filmsskapararnir í REClimate hava eydnast við uppgávuni at økja tilvitið um veðurlagsspurningin á ein slíkan hátt, at teirra filmar eru relevantir sum undirvísingartilfar til komandi ættarlið«.

 

Vinnarafilmarnir og aðrir útvaldir filmar úr REClimate verða í mars 2010 givnir út sum undirvísingartilfar á internetinum til 14 til 19 ára gamlar næmingar á skúlum runt um í Norðurlondum.

 

Til tess at dagsins politikarar kunnu sleppa at síggja veðurlagsfilmarnar hjá hesum ungu filmsskaparum, verða vinnarafilmarnir nú býttir út til lyklapersónar í veðurlagskjakinum. Sum fyrsta stig í hesum arbeiðinum verða veðurlagsfilmarnir handaðir aðalskrivaranum í ST, Ban Ki-moon, sum longu í heyst vísti REClimate ans, tá hann lovprísaði verkætlanini.

 

Tey, ið vilja síggja vinnarafilmin og aðrar av filmunum, kunnu fara inn á heimasíðuna www.reclimate.net.