Føroyskur verkfrøðingur í NASA verkætlan

Á Mars2020 farinum, sum eftir ætlan setir seg á Mars í 2021, er tøkni, ið havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen hevur verið við at menna. Ivaleyst er talan um fyrsta føroyska rúmdargranskaran, og væntandi verður hansara toymi partur av fleiri NASA verkætlanum í framtíðini

Í hesum døgum verður Mars2020 mánafarið sett saman í Pasadena í Kalifornia. Mars2020 er fyribilsheitið hjá mánafarinum - ella rovaranum - ið eftir ætlan verður sent móti Mars í juli næsta ár. Endamálið við rannsóknartúrinum, um tað kann kallast so, er at gera kanningar og at leggja til síðis jarðroyndir og annað, ið síðani skal takast til jørðina aftur seinni.

Mars2020 rovarin er ein útbygging av Curiosity rovaranum, sum í 2012 fór undir at senda myndir av Mars aftur til jarðar. Hóast Curiosity hevur hildið nógv longuri enn ætlað, og enn virkin á Mars, so er neyðugt við einum nýggjum rovara við nýggjum kanningar- og mátingartólum.

 

Mátitól til jarðfrøðiligar kanningar

 

Lutirnir til Mars2020 rovaran koma nógva ymsastaðni frá, og talan er tí um nógvar ymsar verkætlanir, ið eru knýttar at samlaðu verkætlanini hjá NASA.

Millum allar verkætlanirnar, ið eru knýttar at Mars2020, er ein verkætlan á DTU Space, har havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen starvast.

 

Ein av mongu kanningunum, ið Mars2020 skal gera, er at kanna evnafrøðiligu samansetingina í tilfarinum og grótinum á jarðskorpuni á Mars. Og tað er har, at PIXL tøknin hjá DTU kemur inn í myndina. PIXL, ið stendur fyri Planetary Instrument for X-Ray Lithochemistry, er eitt slag av spektrometri, ið kann gera neyvar mikroskopiskar mátingar av evnafrøðiligu samansetingini av teimum evnunum, ið eru á jarðskorpuni.

 

Saman við PIXL tøknini er eisini kameratøkni, sum skal stýra spektrometrinum, ið skal gera jarðfrøðiligu kanningarnar.

Fleiri av kanningartólunum sita á arminum á Mars2020. Mars2020 fær boð um at seta armin út, og tá armurin er úti, kunnu tólini so fara til verka. Men tað er umráðandi at kenna til frástøðurnar, ið arbeitt verður við, og har skal PIXL tøknin hjálpa í stýringini.

- Tað er ikki bara sum at siga tað. Tað skal vera rættiliga neyvt, og tað er har, at kameratøknin hjálpir í navigeringini. Kameratøknin hjálpir so við tí, sum á enskum eitur thermal drift. Hitamunurin millum nátt og dag á Mars er um 100 stig, so tú kanst ímynda tær, at armurin livir og flytir seg nógv av hitaskiftinum, sigur David Arge Klevang Pedersen.

 

Møguliga fleiri samstarv í framtíðini

 

NASA og ESA, ið er evropeiski rúmdarstovnurin, ætla at gera samstarv um framtíðar kanningararbeiði, har NASA skal nýta Proba-3 tøknina hjá ESA, ið eisini nýtir PIXL tøknina.

Proba-3 er verkætlan hjá ESA, ið millum annað hevur til endamáls at ávísa virknið - og harvið eisini virðið -  í sokallaðari sjálvstýrdari formatiónsflúgving. Formatiónsflúgving í hesum sambandi gongur í stuttum út upp á tað, at tveir fylgisveinar skulu halda fasta og neyva frástøðu til hvønn annan, og hetta skal so aftur gera betri møguleikar at innsavna dátu í rúmdini.  Ítøkiliga skal formatiónsflúgvingin nýtast til at gera eitt "virtuelt" teleskop við 150 metra fokal longd, ið er umleið 10 ferð longri enn núverandi teleskopini í rúmdini.

Í sambandi við komandi Mars verkætlanir, ið eru millum 10 og 20 ár í framtíðini, leggja ESA og NASA eisini upp til samstarv, har ætlanin er at brúka formatiónsflúgving til at heinta jarðtilfar, ið Mars2020 rovarin hevur savnað og lagt til síðis á Mars. Í grundini er talan um tríggjar verkætlanir: Tann fyrsta, sum er í gongd nú, har tilfar verður savnað saman, tann næsta, har tilfarið skal takast upp og sendast í ringrás um Mars, og tann triðja, har royndirnar verða tiknar, meðan tær eru í ringrás, og sendar aftur á jørðina.

Tad er serliga til triðja stigið, har hendan tøknin skal nýtast. Mars er so mikið langt burturi frá jørðini, at signal kunnu taka upp móti 10 minuttir  at koma fram. Hetta hevur við sær, at tað ber ikki til at tilpassa og halda frástøðuna fylgisveinana millum frá jørðini, og at tað má tí vera heilt automatiserað. Við somu kamera og navigatiónstøkni frá DTU ber tað tó til hjá fylgisveinunum sjálvum at halda røttu frástøðuna, og sostatt er DTU toymið vónandi eisini partur av teirri verkætlanini.

 

 

Rúmdargranskari av tilvild

 

Tað kundi hugsast, at fyri at gerast rúmdargranskari, so mást tú vera málrættaður frá fyrsta degi og vita, hvat tú ætlar tær í lívinum. Men so var ikki hjá David, ið sigur, at tað var eitt sindur tilvildarligt, at hann endaði á hesari lívsleiðini.

- Tað var eitt sindur av tilvild. Pápi mín arbeiðir innan elektroverkfrøði, og eg hevði altíð hildið at tað var nokk so feitt. Eg var tónleikari, ella tvætlaði eitt sindur við tónleiki, og so helt eg, at tað kundi verið spennandi at gjørt forsterkarar. Eg endaði so á DTU, og tá eg kom til at gera kandidatin sá eg, at har vóru fak, sum høvdu við rúmdina at gera. So hugsaði eg bara at royna tað.

Verkfrøðin í rúmdini beit fast hjá David, og tá kandidaturin var avgreiddur, hevði hann tikið øll tey fakini, ið høvdu við rúmdina at gera.

- Eg spurdi so, um eg ikki kundi fáa arbeiði har á DTU Space og fór so undir at gera Ph.D, og her eri eg so enn.

Hugurin at arbeiða innan STEM økið (STEM - Science, Technology, Engineering & Mathematics - er enskt felagsheiti fyri tøkni og náttúruvísind) var eisini til staðar á ungum árum. Á Kommunuskúlanum var elektroniskt laboratorium, ið David og fleiri vinmenn gjørdu nógv burtur úr at brúka.

- Tað var nakað, sum eg setti prís uppá. Tú kundi sita har og arbeiða og fáa smakk fyri meira.

Og fysisku umstøðurnar telja nógv, heldur David.

- Á DTU er eisini nakað, ið eitur Skylab, har fólk hava atgongd til eitt laboratorium við undirvísarum. So kanst tú koma inn har og arbeiða við tí, sum tú hevur hug til. Um tú hevur eitt hugskot, so kanst tú til dømis gera eina prototypu, og so kanst tú sita og spæla við tí, sum tú hevur áhuga fyri. Tú fært møguleikan at geva áhuganum okkurt, og tað telir nógv, sigur hann.

 

DTU Space hevur avbjóðingarnar

 

Tá spurdur um hann verður verðandi hjá DTU, ella um onnur ting eru á sjónarringinum, sigur hann, at tað kundi altíð verið, at hann endar aðrastaðni, men sum er, trívist hann væl á DTU Space og sær onga orsøk til at fara víðari.

- So leingi eg síggi eina framtíð á DTU, so síggi eg onga grund til at fara víðari. Nú havi eg eisini verið á Caltech/NASA JPL og sæð, hvussu tað fungerar. Tað hálva árið, ið eg var har, sá eg, at tey vóru eisini rættiliga bundin at teirra máta at gera tingini uppá. Á DTU eru vit nokk so frí, sigur hann og leggur aftrat, at tað framvegis er nógv at gera hjá DTU innan rúmdargransking.

- So leingi sum har eru avbjóðingar, og vit føla, at vit kunnu vera við, síggi eg ikki ordiliga nakra grund til at fara víðari, sigur David Arge Klevang Pedersen.