Føroyskur trolari fekk lík í trolið

Mánadagin fekk ein føroyskur trolari eitt lík í trolið, meðan roynt var á leiðini við Svalbard.

Sjólátin

Tíverri hevur ikki eydnast okkum at finna fram til, hvør trolarin er, hóast vit hava spurt okkum fyri, bæði hjá MRCC-Tórshavn og í Bodø í Noregi.
Tað var, meðan trolarin royndi við ?Hopenjupet? út fyri Svalbard, at líkið lá í trolposanum, tá ið teir hálaðu.
- Norskt vaktarskip var av tilvild á leiðini, tá ið norska vaktartænastan fekk boðini,
sigur Andreas Rødø, sum starvast hjá sýslumanninum á Svalbard.
Vaktarskipið átók sær at flyta líkið inn til Longyearbyen á Svalbard við tyrlu.
- Líkið er nú flutt av Svalbard til Tromsø og á Universitetssjúkrahúsið, og har
skulu tey royna at finna út av, hvør tann sjólátni er, sigur Røde.
Hann vísir á, at tað er føst mannagongd, tá ið lík soleiðis verða funnin á havinum, at tey verða kannaði til lítar.


Eingin saknaður

- Vit vita ikki um nakran, sum er saknaður í økinum seinasta árið, sigur Rødø.
Sýslumansskrivstovan á Svalbard hevur kortini ein lista yvir trý saknaði, sum talan
kann vera um.
- Men hetta er yvir eitt stórt øki og yvir langa tíð, sigur Andreas Røde á sýslumansskrivstovuni á Svalbard.