Føroyskur tónleikur til Wien

Fyrst í næsta mánaði fær eysturríkska tónleikaumhvørvið høvið at fáa eina smakkiroynd av føroyskum tónleiki. ÁÍ tøttum samstarvi við Tutl og Norðurlandahúsið skipar Uttanríkisráðið fyri einum forkunnugum Atlantic Soundscapes - tónleikatiltaki í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Tað verður tann 4. september, og tá verða ORKA, BUDAM og Eivør at hoyra á pallinum í Wien.

Uttanríkisráðið sigur, at endamálið við tónleikaátakinum í Wien er at knýta sambond við eysturríkska tónleikaumhvørvið og marknaðarføra føroyska tónleik í Eysturríki. Tað er eysturríkska tónleikaumhvørvið, sum hevur valt júst hesar tríggjar føroysku bólkarnar at framføra í Wien.

Fjølmiðlafólk, plátufeløg og festivalfyrireikarar úr Eysturríki fingu møguleikan at velja millum mongu føroysku bólkarnar og einstaklingar á rútmiska tónleikapallinum, og teirra val fall á ORKA, BUDAM og Eivør. Tiltakið í Wien verður tað triðja í Atlantic Soundscapes-røðini. Í fjør skipaði Uttanríkisráðið fyri væleydnaðum tónleikatiltøkum í Brússel og franska býnum Rennes.

Endamálið við tónleikatiltøkunum er at varpa ljós á føroyskan tónleik uttanlands og tað eydnaðist við lít í Rennes og Brússel. Tey bæði fyrstu Atlantic Soundscapes -tiltøkini hava kastað nógva umrøðu, konsertferðir og festivalluttøku av sær, sigur Uttanríkisráðið.