Nógv hevur verið prátað um at koma út um landoddarnar við føroyskum tónleiki. Mong hava kanska ikki lagt so nógv í prátið og hava ikki hildið nakað ítøkiligt verið í hesum.
Men hol tykist vera komið á. Setir ein seg við telduna og trýstir seg inn á heimasíðuna www.theochard.com, so er hópur av føroyskum tónleiki til keyps.
The Ochard, sum liggur í New York, er sølufelag á netinum, ið eisini selur víðari til 150 aðrar útbjóðarar. Tutl hevur samband við The Ochard og Amazon.
Stuttligt er at leita millum allan møguligan tónleik úr øllum heiminum og finna føroyskan tónleik, ið Tutl hevur givið út.
Ragnar nummar eitt
Hetta sølusamstarv hevur givið úrslit. Tutl má nú endurprenta fleiri útgávur, sum ikki selja so nógv her heima longur, tí heimligi marknaðurin er mettaður, men sum nú selja úti í heimi.
Tey, ið hava selt mest úti í heimi, eru Ragnar í Vík, sum hevur selt yvir 200 fløgur, Spælimenninir hava selt 200, Klaki 110 fløgur, Aria 120 fløgur, Plastnoist 100 og Gluggamynd 90 fløgur.
Tutl hevur síðani desember sent einar 1500 fløgur avstað. Fyrst fóru umleið 10 stk. av umelið 50 ymsum fløgum. Síðani hevur The Ochard bílagt, og hetta gera teir, tí fløgurnar eru eftirspurdar.
MP3 og psykisk søla
Framtíðin kemur áðrenn vit vita av. Hetta má ásannast. Óvíst er, hvussu nógvir føroyingar kenna til MP3 fílar. Hetta er teldumál og hevur við ljóð og tónleik á telduni at gera.
Tað er nevniliga so, at fløgan, sum vit kenna hana, brátt tykist fara í søguna.
Brátt verður tað so, at ein kann fara inn á heimasíður ella handlar og seta sær saman sína egnu fløgu, sum ein síðani kann gjalda fyri. Tað, tey rópa fyri tann fysiska sølan minkar, meðan tað, ið verður rópt psykisk og digital søla byrjar at gera um seg. Og her er tað, at MP3 fílar koma inn í myndina.
Ein skal rætt og slætt hugsa sær eina sølubúð, á netinum ella á gøtuni, har ein setur sær saman eina fløgu, júst sum ein hevur hug. Tað kann vera Ragnar í Vík, Kári p, Sting og Grieg. Hvørt um annað.
Um fáar vikur verður tutltónleikur seldur víða um í heiminum sum MP3 fílar. Sostatt kann hesin tónleikur takast niður av netinum fyri ávíst gjald.
Framtíðin er komin til Føroya og føroyskur tónleikur er komin útum landoddarnar og er sjónligur hjá teimum stóru útbjóðarunum á netinum.
Hevur ein áhuga, so er at hyggja hjá Ochard og trýsta seg inn á www.theochard.com










