Føroyskur tónleikur stendur seg væl á Womex 2011

Júst nú er stóri World Music festivalurin, Womex 2011, World Music Expo, á skránni í Keypmannahavn. Festivalurin verður í tríggjar dagar, frá 26 – 29 okt.

 

Talan er um ein festival har tónleikarar, bookarar, festivalfyriskiparar, tíðindafólk, tónleikaáhugaði og onnur eru umboða.

 

Í Forum á Frederiksberg eru langar røðir av básum, umleið 270 tilsaman, har ymisku luttakararnir fáa vitjan av viðskiftafólki, og har tey vísa sín tónleik fram. Higartil hava 2.900 fólk tjekka inn.

 

Umframt hesar básar í Forum, eru konsertir kring allan býin allar dagarnar.

 

Føroyar eru eisini umboðaðar á festivalinum. TUTL hevur bás í Norðurlendska økinum í Forum, og eisini Dánjal á Neystabø hevur ein bás í sama øki.

 

Inntil víðari hevur verið nógv vitja á føroysku básunum, og úr Forum verður sagt, at gestirnir á Womex eru sera áhugaðir í føroyskum tónleiki. Nógvar áhugaverdar samrøður hava verið millum umboðini frá TUTL í dag, Kristian Blak og Gissur Patursson og tey vitjandi úr øllum heiminum, so líkindi eru fyri, at føroyski tónleikurin fer at finna nýggjar, áhugaverdar leiðir, tá WOMEX á hesum sinni er av leygarkvøldið.

 

Hetta verður sagt úr Forum í kvøld.