Føroyskur tónleikur myndar norðurlendskan minifestival í morgin

Marius Ziska og Son of Fortune eru á skránni til Nordic Wave, sum verður í Vanløse

Um vikuskiftið verður minfestivalurin, Nordic Wave, sum Kulturstationen í Vanløse fyriskipar fyri at varpa ljós á norðurlendskan tónleik.

 

Føroysku Marius Ziska og Son of Fortune mynda skránna í morgin, meðan grønlendsku Small Time Giants, sum áður hava spælt í Føroyum, og Aviaja Lumholt spæla í kvøld.

 

Fyrireikararnir skriva soleiðis um Marius Ziska og Son of Fortune:

 

- Marius Ziska er ein fantastiskur sangari. Ikki ólíkur Chris Martin frá Coldplay og Bon Iver. Son of Fortune er bæði rock’n’roll og folk við myrkum melodiøsum dramatiskum landslagum við íblástri frá føroysku náttúruni.