Føroyskur tónleikur, list og mentan hugtekur: G! í Danmarks Radio P1

Mentanarredaktørurin á DR P1, Claus Vittus, var á G! og hevur higartil havt tvey innsløg frá festivalinum í danska útvarpinum.

 

Her í Kulturnyt frá 07. august (http://www.dr.dk/P1/Kulturnyt/Udsendelser/2012/08/07151056.htm) - undir yvirskriftini "Populær færøsk rockfestival" verður ljós varpað á G! og føroyskt tónleikalív gjøgnum samrøður við eitt nú Kieron Tyler, ið skrivar fyri Mojo, The arts desk og Billboard, og Gerald Heidegger frá eysturríkska tjóðarkringvarpinum, ið báðir vóru á G!

 

Her í Kulturnyt frá 08. august (http://www.dr.dk/P1/Kulturnyt/Udsendelser/2012/08/08153334.htm) - undir yvirskriftini "Færøernes kulturliv facsinerer" verður ljós varpað á tónleikaumhvørvið í Føroyum. Brot av samr’ðum við eitt nú Jón Tyril, Benjamin Petersen, Jens L. Thomsen, Búa Dam og rithøvundan Ingrid Falktof Andersen, ið hevur skrivað bók um føroyska list og mentan. Innslagið um G! kemur eftir tríggjar minuttir.