Føroyskur tónleikur í AaB

Danska fótbóltsfelagið AaB hevur ein tónleikabólk á liðnum hjá sær, og tveir av tónleikarunum eru føroyingar. Bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen duga at spæla ljóðføri, og teir manna AaB Band saman við nøkrum liðfeløgum. Um vikuskiftið spældi AaB Band í sambandi við avslutningin hjá AaB á venjingarleguni á Kypros. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at tað var bæði brasilskt samba og føroyskur solosangur á skránni. Føroyska sanginum stóð Súni Olsen fyri.