Føroyskur stórsigur

Kappingin fer fram í Luksemburg, og eftir fyrstu dystirnar tykjast Føroyar og Ongland vera liðini, sum skulu bjóða vertunum og favorittunum av.

Sum skilst, so var ongan tíð nakar ivi um útfallið av dystinum í dag. Hóast føroyska liðið ikki var í sterkastu uppstilling, so gjørdist talan um 37-18 sigur til Føroyar. Eitt nú var Hans Ái Dal-Christiansen als ikki á vøllinum, og Heini Hanusarson kemur ikki til Luksemburg fyrr enn í kvøld.

Fyri Føroyar var Carl Herup Olsen besti málskjútti við 11 málum. Hjalti Jacobsen skeyt 6 mál.