Einar’s Akvavitt hevur vunnið heiðursmerki á International Taste & Quality Institute (iTQi), sum er heimsins mætasta kapping fyri mat og drekkivørur. Einar’s Akvavitt fekk heiðurin Superior Taste Award, ið gevur 2 gullstjørnur. Tað skrivar Føroya Bjór í tíðindaskrivi í dag.
- Hetta er ein góð og kærkomin viðurkenning fyri Einar’s Distillery. Eg eri heilt vísur í, at tað góða føroyska vatnið hevur spælt ein stóran leiklut í úrslitinum, sigur Einar Waag, stjóri á Eínar’s Distillery, í tíðindaskrivinum.
Víðari verður sagt, at kappingin, ið hevur sæti í Brúsell í Belgia og hevur heitið “International Taste & Quality Institute”, kappingin er á hvørjum ári og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr meir enn 130 londum. Í dómarapanelinum eru 140 serkøn í mati og drekkivørum, tað eru kokkar, spiritus- og vínserfrøðingar, og dømingin er grundað á blindsmakking og kemiska kanning.
- Vit vita at føroyskar rávørur eru í heimsflokki og vit kunnu brúkað heiðurin sum eitt herðaklapp at marknaðarføra Einar’s Distillery, sigur Einar Waag í tíðindaskrivinum.
- Einar’s Distillery er fyrsta góðkenda føroyska distallarí, áhugin stórur fyri framleiðsluni hjá Einar’s Distillery. Um stutta tíð kemur eisini føroyskt gin á marknaðin, umframt hesar vørunar, liggur føroyskt whisky í tunnum og búnast, sigur Einar Waag í tíðindaskrivinum.