Í Beijing eru gøturnar manntómar. Skúlarnir og flest onnur almenn støð hava læst hurðarnar. Lívligi milliónabýurin liggur kvirrur, og íbúgvar halda seg heima vegna smittuvanda.
Í nýggju føroysku sendistovuni í Beijing hevur føroyski sendimaður okkara, Sigmundur Ísfeld, arbeitt, síðani sendistovan lat upp í september í fjør. Hann flutti til Beijing saman við konu síni Runu Preeti og tveimum tannáringabørnum. Og hóast tíðindi um coronavirus stýra alheims tíðindaflutninginum, so er tað serstakliga í Kina, at vandin lúrir – tí má familjan taka serlig atlit í gerandisdegnum, sum nú ikki líkist gerandisdegnum fyri bert tveimum mánaðum síðani.
25. januar var kinesiska nýggjárið hátíðarhildið – árið hjá rottuni. Ein dagur, sum plagar at seta sín dám á býin. Men á nýggjárinum vórðu bæði skúlar og barnagarðar lukkaðir – og Sigmund og familjan hava, sum restina av íbúgvunum í Beijing, í høvuðsheitunum hildið seg heima síðani.
– Vit hava fingið at vita, at vit kunnu vænta, at skúlar og barnagarðar í øllum førum hava lukkað til 17. februar. Alt er fyribils útsett til 17. februar í Kina, sigur hann.
–Tað er keðiligt at skula vera inni í íbúðini so langa tíð. Men vit royna at fara so lítið út, sum gjørligt, og tað gera øll hini eisini. Tað eru fá fólk úti. Tey, sum fara út hava masku fyri andlitið, sigur hann og leggur aftrat, at tað er heldur einki at fara út til. Alt liggur stilt. flestu matstøð, biografar og onnur almenn støð hava lukkað.
– Vit, sum arbeiða a sendistovuni, skulu helst verða verandi so leingi, sum tað er forsvarligt. Í Beijing er smittan avmarkað. Her búgva 20 milliónir fólk, og av teimum eru 200 smittað. Tað er forsvinnandi lítið, hóast tað kunnu vera fleiri, sum ikki eru skrásett.
Les alla samrøðuna við Sigmund Ísfeld í Vikuskiftis Sosialurin, sum til keyps í sølubúðum kreing landið og talgildur her










