Føroyskur savnsleiðari í Nyborg

Kirsten Eliasen tekur tann 1. august alment við starvinum, sum savnsleiðari á Nyborg og Omegns Museer í Danmark. Hon fekk starvið út av 20 umsøkjarum

Kirsten Eliasen er fødd og uppvaskin í Fuglafirði. Í 1994 tók hon prógv í Århus, sum miðaldarfornfrøðingur. Hon hevur síðani hon var útbúgvin verið í ymiskum leysum størvum, so hetta er fyrsta fasta starvið Kirsten hevur síðani hon fekk útbúgvingina fyri átta árum síðani.
? Tað eru ikki so nógv føst størv innan museumsverðina í Danmark, og tá tey so søktu eftir einum leiðara, valdi eg at søkja. Eg havi havt nógv leys størv síðani eg byrjaði, verið við í projektum, so at fáa eitt fast starv verður avgjørt ein stór avbjóðing, sigur 46 ára gamla Kirsten Eliasen.
Kirsten hevur eisini arbeitt í Føroyum. Hon hevur verið landskjalavørur á Landskjalasavninum og í fjør vikareraði hon fyri landsantikvariatin.
? Eg havi arbeitt nógv í Føroyum bæði undir og aftaná lestrartíðina. Tá fekst eg nógv við fornfrøðisligar grevstir, fortelur Kirsten Eliasen.
Sum leiðari kemur Kirsten millum annað at hava ábyrgdina av tí fakliga og tí fíggjarliga partinum av fornminnissavninum. Afturat sær kemur hon at hava fyrrverandi leiðaran, Knud Hornbeck, sum skal arbeiða á savninum hálva tíð, og harafturat skal ein fornaldarfrøðingur setast í starv. Áðrenn var Knud Hornbeck einsamallur á tí fakliga økinum, so nú er starvið vorðið eitt sindur størri enn áðrenn, og metir Kirsten hetta vera eina stóra avbjóðing.