Bergur hevur virkað nógv innan samkomur í Føroyum, og hevur síðani hann flutti til Danmarkar verið millum annað samkomuleiðari í Svendborg og í Århus.
Umframt møtini í samkomuni fer hann eisini at hava eitt serstakt tiltak fyri vinnulívsfólk. Hetta verður leygardagin 13. oktober kl. 17.