Hetta hendir við ein føroyskan ársdag, sum verður hildin á Menighedsfakultetet í Århus.
Tað sum ger henda dagin so serstakan er at KFUM&K-kórið í Klaksvík fer at luttaka við eini 35 sangarum. Klaksvíkingurin Hanus Simonsen, sum lesur gudfrøði í Noregi fer at hava bíbliutíma á degnum.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Dagurin byrjar annars kl. 9:45 við morgundrekka og síðani verður bíbliutímin. Seinnapartin eru tríggir ymiskir áhugatímar hjá luttakarunum at velja millum.<o:p></o:p>
Í fyrsta lagi fer trúboðarin, Sune Johannesen at tosa um evnið Tað loynda og hitt sjónliga lívið, og í øðrum lagi fer føroyski trúboðarin í Danmark, Heri Elttør at tosa um evnið Mín náðigáva, hvat og hvussu. Triði áhugatímin er fyri børnini, har Leila og Bárur Nielsen tosa um evnið Jesus og børnini.<o:p></o:p>
Eftir hetta er fríløta við m.a. drekkamunni, gongutúri og sangi á skránni. Tiltakið endar kl. 19 við møti har KFUM&K-kórið úr Klaksvík luttekur.<o:p></o:p>
Fyri at vita, hvussu nógv koma til tiltakið er neyðugt at boða frá, og kann hetta gerast við at venda sær til Hera Elttør (tlf. 97473786).
<o:p></o:p>