Vega í Keypmannahvn verður karmur um føroyskan tónleik um vikuskiftið. Norðurlandahúsið og Vega skipa fyri tiltakinum Atlantic Music Event, sum ber heitið eftir Atlantic Airways, sum er høvuðsstuðul, nú føroyskur rockur ger innrás í Keypmannahavn.
Eisini Dansk Musikerforbund og Norðoya Sparikassi stuðla og millum aðrar møguligir stuðlar er Mentunargrunnurin.
Eivør, Gestir og Makrel
Talan verður um búgvið borð, tá borðreitt verður við føroyskum berstubitum. Eivør og Gestir sessast við borðið, har eisini Makrel er at fáa. Umframt Eivør verður Bill Bourne við hennara lið.
Eivør, Bill, Gestir og Makrel skulu umboða føroyska tónleikin á Vega. Dansk Musikerforbund fylgir tiltakinum og eisini blaðið tónleikablaðið Musikeren. Somuleiðis verður væntað, at eisini aðrir tónleikahugaðir miðlar taka táttin upp og fara at ummæla.
Lýst verður í hesum døgum við tiltakinum, har Eivør prýðir plakatina við stórari mynd og Gestir og Makrel síggjast á smærri myndum. Prísurin fyri konsertina leygarkvøldið 28. august er bert 100 krónur.
Á heimasíðu Norðurlandahúsins kann lesast nærri um tiltakið og har síggjast eisini góðu ummælini, sum hesir tónleikarar hava fingið úti og heima.