Føroyskur rocksangari: Spentur til nýggja útgávu

Jón Aldará av Norðoyri er sangari í finska tungmálmsbólkinum Barren Earth, sum í løtuni arbeiðir við nýggjari útgávu. Mesta av tónleikinum til útgávuna er nú upptikin.

- Í síðstu viku varð eg liðugur at taka mín part av fløguni upp. Nú manglar eitt sindur av gittar, og so eru vit lidnir at taka upp. Eg eri sera spentur til hesa útgávuna, tí longu nú ljóðar hon stórsligin, sigur Jón Aldará.

Upptøkurnar eru gjørdar í Woodshed Studio, sum liggur í einum lítlum bóndaumhvørvi nærindis München í Týsklandi. Eigarin Victor Bullok, sum er betri kendur undir navninum V. Santura, stendur fyri framleiðsluni av nýggju sangunum. Hann skal eisini ljóðblandað sangirnar í næsta mánaði.

Enn hevur Barren Earth ikki sett neyva dagfesting á útgávudagin, men roknað verður við, at tað verður einaferð í heyst.