Heiðursløn
Rithøvundurin Ebba Hentze verður um vikuskiftið heiðrað av svenska Clara Lachmann grunninum fyri arbeiði sítt at breiða norðurlendskar bókmentir í øðrum Norðanlondum.
Í grundgevingini fyri avgerð síni sigur grunnurin, at Ebba Hentze hevur gjørt stórt arbeiði við at umseta føroyskar bókmentir til eitt nú danskt mál, eins og hon eisini er kend fyri at umseta norðurlendskar bókmentir til føroyskt.
Nevnt verður, at hon hevur umsett bæði norskar og svenskar bókmentir, eitt nú barnabøkur hjá Astrid Lindgren.
Clara Lachmann grunnurin, sum varð stovnaður í 1923, stuðlar norðurlenskum samstarvi, har slíkt finnist. Eitt nú á bómentarliga økinum.
Grunnurin hevur í ár latið virðislønir og stuðul fyri tilsamans 1,8 millión svenskar krónur. Virðislønin, Ebba Hentze fær, er upp á 50.000, svenskar krónur, og verður latin við ein døgurða, nevndin fyri grunnin er vertur fyri á Hotel Hafnia um vikuskfitið.