Føroyskur rópirockur í finaluna

The Dreams er høvuðssøga á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum í kvøld. Har hava tey bitið merki í, at The Dreams úr Føroyum eru komnir í finaluna í Grand Prixnum Meðan føroyingar hava fylgt dramatikkinum á løgtingsvalinum í kvøld, hevur føroyski punkbólkurin The Dreams spælt seg í finaluna í danska Grand Prixnum.

 

Og tað hava danir bitið merki í. Danska Ekstrablaðið hevur The Dreams sum høvuðssøgu í kvøld.

 

Yvirskriftin hjá blaðnum er ?Færøsk råberock i Grand Prix-finale?.