- Føroyskur politikkur minnir ikki sørt um ?wrestling?, sum er ein samansjóðing av undirhaldi og ítrótti, segði Kári P. Højgaard á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í dag - Sjáldan hevur politikkur - ella vantandi stýring - fylt bløðini og myndað tíðindaflutningin í loftmiðlunum, sum talan hevur verið um hetta seinasta árið.
Tað segði Kári P. Højgaard, tá hann byrjaði røðu sína á landsfundi Sjálvsstýrisfloksins í Vestmanna í dag.
Floksformaðurin helt fyri, at tað, sum Føroya fólk hava upplivað, minnir ikki sørt um wrestling.
- Wrestling er ein samansjóðing av undirhaldi og ítrótti, ið ikki er nøkur verulig kapping. Teir, sum hava skrivað og lagt til rættis, avgera sjálvir, hvussu leikur skal enda.
Hann vísti á, at Sjálvstýrisflokkurin misti róðurtørnið á Føroya skútu fyri skjótt seks árum síðani.
- Sambært frágreiðing til fíggjarlógaruppskotið fyri 2010, vóru inntøkur landskassans í 2004 slakar 3,5 miljardir krónur, meðan roknað verður við 3,9 mljardum krónum í 2010. Hetta er ein vøkstur í inntøkum áljóðandi 400 miljónir krónur.
Hann segði, at útreiðslur landskassans eru í sama tíðarskeiði vaksnar úr 3,6 upp í 4,7 miljardir krónur, sum er ein góð milliard í vøkstri.
- Roknað verður við, at landskassin í 2010 fer at hava eitt hall áljóðandi einar 800 miljónir krónur, segði Kári P. Højgaard, floksformaður, sum vit fara at hoyra meira til á Portalinum í morgin.