Bjørg Joensen
Á breddanum í føroyskum politikki standa globalisering og visjónir ovarliga, og mannarættindi niðarliga ella als ikki. Tað er gott at leggja ætlanir fyri framtíðina, men tað er ein trupulleiki at politiska skipanin og flokkarnir ikki virða mannarættindi. Annar trupulleiki er, at tá politikarar úttala seg, so er tað við síni persónligu meining.
Tað er ikki nøktandi fyri føroya fólkið, og als ikki í tráð vid nútíðina. Kortini velja politikarar at taka hendan trupulleikan við sær inn í framtíðina, møguliga til onnur at taka avgerd um.
Mannarættindi er ein sjálvfylgja
Tað er gott at politikarar gera nógv burturúr globalisering og visjónum, men eins ræðandi og óskiljandi er tað, at mannarættindi als ikki er eitt mál, sum teir virða. Her er føroyskur politikkur rættuliga aftarliga - í mun til politiska arbeiðið í øðrum londum.
Tá politikarar aðrastaðni úttala seg persónligt, eru minnilutar tryggjaðir í lógini um mannarættindi, mótvegis í Føroyum, her bæði politiska skipanin og flokkarnir bera seg undan.
Nokta at verja minnilutar
Mannarættindi eru ov kompliserað mál hjá okkara politikarum at taka støðu til, og tað er ein trupulleiki(!), nú vit skulu fyrireika okkum til globaliseringina og vilja brynja okkum til framtíðina við visjón 2015. Heldur enn at raðfesta og loysa málið, skáka politikarar sær undan at taka støðu. Tað lata teir til onnur at taka avgerð um, einaferð í framtídini.
Torført at meta um avleiðingarnar
Spurningurin um mannarættindi eru í tráð vid nútíðina, og tíðin er búgvin til at landið tekur ábyrgd í etiskum málum og verjir minnilutar. Tað verður ein av mest umráðandi spurninginum í framtíðini. Torført verður at meta um avleiðingarnar um etiskir spurningar verða gjørdir til persónliga søk hjá tí einstaka fólkavalda. Tað kunnu vit ikki liva við.
Eg fái ilt fyri hjarta, tá eg lesi viðmerkingar hja eitt nú Bill Justinussen: Eg kann ikki taka stødu, tí eg kann ikki persónligt standa innifyri tí!...
Slík sjónarmið seta málið í perspektiv. Tíðin er búgvin at dagførda føroyskan politik.