Føroyskur matur og føroyskt øl til Persson

Á føroyavitjan síni fer svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, eisini á vitjan í Klaksvík, har hann millum annað skal síggja fesku liðugtvøruna, sum Kósavirkið framleiðir.
Í hesum sambandi verður døgurði sjálvandi eisini á skránni, og sum skilst, so hava fyrireikararnir gjørt nógv burturúr, at talan bert verður um føroyskar vørur, sum tá standa á borðinum.
Johan Mortensen, sum bæði er stjóri í P/F Baldur, sum hevur nógvan samhandil við Svenskar keyparar, og sum eisini er ein av oddamonnunum hjá Restorff's Bryggjarí í Havn, fegnast um, at tað hesa ferð eisini hevur verið møguleiki at fáa føroyskar drykkivørur á borðið.
Aftur við lunda, feskum fiski og øðrum góðum føroyskum matvørum, verður tað soleiðis øl av ymsum slag frá teimum báðum føroysku bryggjaríunum, sum fer at standa á borðinum. Her hevur annars oftani verið vanligt, at tað eru vín úr eitt nú Fraklandi og Italia, sum borðreitt verður við, men í hesum førinum verður tað altso øl úr Tórshavn og Klaksvík, sum skal standa á borðinum, skilst.