Føroyskur ljómur í Spanien

Mikudagin fór Kirkjukórið Ljómur á enn eina uttanlandaferð. Í ár gongur leiðin til Andalusien í Spanien.

Vágur: Eitt sum sangarnir í Ljómi hava glett seg til í langa tíð, er ferðin sum byrjaði á flogvøllinum í Vágum mikudagin.
Tey hava verið á líknandi uttanlandaferðum fleiri ferðir áður, og hava vitjað m.a. í Russlandi, Polen og í Prag, men hesaferð stendur Spanien á skránni.
Í 2003 sang Ljómur m.a. í Århus, og har hitti kórleiðari teirra, Dorthe Tilma ein mann úr Spanien, sum beinanvegin vísti føroyska kórsanginum ans. Og har var stutt frá hugsan til gerð: Hann gjørdi ikki mætari enn at hann beyð kórinum at vitja heimland sítt í ár.

Føroysk vitjan
Áðrenn tey í Ljómi koma so langt sum til Andalusien skulu tey fyrst vitja í fleiri Norðurlondum. Hóskvøldið var konsert í Lund, Svøríki, í gjárkvøldið í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn og í morgin gongur leiðin so víðari til Malaga í Spanien.
Her fáa tey høvið at frambera sangir sínar í kirkjum og mentanarhúsum  andaligar sangir og fosturlandssangir  og fáa helst eisini møguleika at vísa fram tann føroyska dansin. Ætlanin er eisini at syngja okkurt á sponskum máli.
Sum eitt eyka upplivilsi fáa tey eisini høvi at hitta kendu føroysku ferðakvinnuna, Duritu Holm, sum býr í hesum økinum, og sum eisini hevur skrivað eina bók um henda vakra landslutin. Hesa bókina hevur kórið sjálvandi lisið við størsta áhuga undan fráferðini.
Við í ferðalagnum eru 40 fólk, harav 30 eru sangarar í aldrinum 15 árum og heilt upp móti teim 80 árunum.