Føroyskur listamaður sýnir fram í Hollandi

Sunnudagin 21. mai letur nýggj framsýning upp á Gallerie Laerken í Hollandi. Listamaðurin, sum sýnir fram, er fuglfirðingurin Øssur Mohr.

Øssur hevur havt framsýningar á Gallerie Laerken tríggjar ferðir áður – seinast var í 2010.

Framsýningin hjá Øssuri verður við 21 verkum – fleiri stórum verkum – og sunnudagin 21. mai kl 15.00 letur framsýningin upp, og tá luttekur danski sendiharrin í Holland, Ole Moesby, á ferniseringini.

Galerie Laerken liggur í Hazerswoude, sum liggur miðskeiðis millum Amsterdam og Rotterdam.