Íslendska hondbóltsfelagið, Haukar, hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsmálverjan, Anniku F. Petersen. 21 ára gamli málverjin er málverji hjá H71, sum í hesum kappingarárinum vann steypafinaluna.
- Annika, sum er ein spennandi málverji, sum kemur at passa væl inn í Haukar, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Tað verður eisini víst á, at hóast Annika F. Petersen bara er 21 ára gomul, so hevur hon roynt nógv í hondbólti. Hon hevur spælt landsdystir, har hon millum annað vísti góðar eginleikar í dystinum móti Rumenia.