Í døgunum 8. – 11. September 2009 verður oljuvinnuframsýningin Offshore Europe í Aberdeen. Hetta er afturvendandi tiltak, ið er á øðrum hvørjum ári í Aberdeen, og hava føroyskar fyritøkur luttikið á framsýningini síðani mitt í níti árunum.
Oljuvinnufelagið og Uttanríkisráðið samskipa føroysku luttøkuna á framsýningini. Fyriskipararnir hava bílagt básøkið, við sera góðari plasering beint við høvuðsinngongdina, soleiðis at øll vitjandi á framsýningini hava høvi at støkka inn á gólvið á føroyska básinum.
Framsýningin, ið er millum heimsins størstu av sínum slagi, er eitt sera gott høvi hjá føroyskum veitarum til oljuvinnuna at bjóða fram sínar vørur og tænastur, at hitta samstarvspartnarar, endurnýggja avtalur og at finna nýggjar marknaðarmøguleikar.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Unn Poulsen, í Uttanríkisráðnum, á tlf. 306913 ella umvegis teldupost HYPERLINK "mailto:unnp@mfa.fo" unnp@mfa.fo