Føroyskur heimsflokkur á NASA

Tá AME buldraði Reykjavík um koll leygarkvøldið, var tað við framførslum í heimsflokki frá øllum føroysku bólkunum. Hóast Høgni Lisberg tyktist at vera høvuðsnavnið, smæddust hinir ikki burtur ímillum

AME Reykjavík

Umleið 400 fólk vóru komin saman í NASA í gjárkvøldið, har av vóru umleið 100 úr íslendska tónleikaídnaðinum og íslendsku miðlunum, tá Atlantic Music Event vitjaði Reykjavík.
Tiltakið gjørdist framúr væleydnað. Føroysku bólkarnir spældu allir sum ein framúrskarandi væl. Teir vóru í heimsflokki, sum ein úr íslendsku tónleikavinnuni segði við Sosialin.
NASA er best umtókta spælistaðið í Reykjavík, og tað er ikki uttan orsøk. Hølini eru nærum fullkomin til endamálið, tey eru rúmlig, býtt upp í stórt dansigólv og stór øki, har tú kanst sita við borð. Ljóðið var sera gott og so var sera nossligt inni.

Dikta legði fyri
Konsertin byrjaði við framførslu av íslendska bólkinum Dikta. Tað er sangarin í bólkinum, ið er drívmegin og tann, ið skrivar tónleikin. Talan er um eitt slag av óljóðspoppi, sangirnir eru fitt og rættiliga vanlig poppløg innan ymiskar greinar av poppi, men spæld við nógvum vilskapi og sera larmutt. Onkra løtu hoyrdi tú funk í løgunum, aðra løtu soul og so framvegis.
Dikta framførdi við nógvari spæligleði og tað smittaði eisini meg sum áskoðara. Løgini vóru tó av eitt sindur svingandi góðsku, og hóast framførslan var góð, so sat tú við kensluni av, at hetta var ein nýggjur bólkur, ið kundi arbeitt meira við tilfarinum. Sangarin var góður, og hetta er ein spennandi bólkur, ið vit ivaleyst fara at hoyra nógv til..

Lena bergtók
Aftan á larmutta tónleikin hjá Dikta fór Lena á pallin. Tað tyktist eitt sindur nakið við tveimum kassagittarum og røddum. Men Lena og Niklas eru ikki hvør sum helst, og tey dugdu væl at fylla risa stóra hølið við sínum tónleiki. Tey løgðu fyri við lagnum um ræðslu fyri myrkrið No Emergency, og hendan byrjanin tyktist eitt sindur ov still til ordiliga at fanga allan salin. Cant Erase It fekk betur fatur í fólki, og tú merkti á áhoyrarunum, at tey lurtaðu. Lagið var framført sera sjarmerandi og deiligt.
Síðan kom besta lagið hjá Lenu, fantastiska Stones In My Pockett. Hetta inniliga og rørandi lagið var, sum altíð framført við sterkum kenslum aftan fyri seg. Tó varð framførslan heldur darvað av larmi í hølinum, ein flokkur av íslendskum monnum stóðu í barrini og kjakaðust harðmælt.
Tað tykist, sum um Lena hevur fingið eitt sindur harða húð á konsert ferðunum seinasta árið, m.a. saman við Beth Hart. Tí aftursvarið til ungu mennirnar var framførslan av Catch 22, har Lena fekk allan salin at klappa við. Hetta vísti, hvussu ótrúliga væl hon hevði fatur í fólki, og hon slepti teimum ikki aftur.

Marius er okkara óljóðspoppur
Eins og Dikta spælir Marius óljóðspopp, men meðan íslendski bólkurin enn manglar at arbeiða við løgunum, ljóðar Marius, sum ein bólkur, ið hevur arbeitt nógv við sínum tónleiki og hugsað løgini væl í gjøgnum. Ljóðið tykist altjóða, tó við greiðum ávísingum til danskar bólkar sum MEW og Saybia. Men skulu vit døma eftir framførsluni á NASA, so er Marius munandi betur enn hesir heimskendu donsku bólkar.
Ljóðmyndin hjá Marius er gjøgnumførd og ógvislig. Tað er serliga sterka bólkakenslan, ið bergtekur. Teir tykjast at kenna hvør annan væl, og meðan gittarin hjá Hans Marius, bassurin hjá Niels Jákup og trummirnar hjá Jens Paula leggja trygga botnin, kunnu Heðin Ziska Davidsen á gittara og Knút Háberg Eysturstein á tangentum av ymiskum slag, samstarva um at lyfta løgini upp um vanligan popp. Teir geva ljóðmyndini hjá Marius ein sera stórslignan dám, ið onkuntíð kennist symfoniskur. Marius er eitt liðugt konsept, ið er til reiðar at leggja heimin fyri sínar føtur. Tað er heldur ikki nøkur loyna, at sangarin Hans Marius er sera karismatiskur og ein frálíkur oddamaður.

Bukandi devulskapur
Deja Vu er menter nógv síðan útgávuna av fløguni A Place To Stand On. Framførslan í NASA, var ikki heilt líka góð, sum tann í Grand Rock kvøldið fyri, men hóast tað, var hon sera góð. Nýggjasti limurin í bólkinum er Benjamin Petersen á gittara. Hann gevur bólkinum nógv. Hansara ótrúligu gávur hava lyft tónleikin, og givið teimum onkuntíð ov nalvagranskandi løgunum tað lív og orku, ið tey hava mangla. Bólkurin er ikki líka innilokaður á pallinum sum áður og orkan, ið ofta hevur verið innilæst millum tónleikararnar, er sloppin út um pallin. Áskoðarin er nú veruliga boðin við í veitsluna.
Tað er tó Flóvin E. Viderø, ið er maðurin, sum hevur ment seg mest. Hann hevur reist seg av stólinum, ið hevur bundið hann, og hann er vaksin ein metur sum oddamaður. Flóvin er og hevur altíð verið ein frálíkur sangari. Men bólkurin hevur eisini ein annan framúrskarandi sangara í Líggjasi Olsen og samspælið millum røddirnar er ein verulig styrki. Framførslan hjá Deja Vu var sera góð. Løg sum Confused, A Place To Stand on og ófrættakenda og fjálturstungna Reckless vóru greið hæddarpunkt, Serliga var tað hetta síðsta lagið, ið var fantastikst - eitt slag av myrkum, larmandi og bukandi devulskapi. Meðan The River og Í Gøtu ein dag ikki eru bestu løgini hjá bólkinum. Samanumtikið vóru Deja Vu góðir føroyskir umboðsmenn í Íslandi.

Høgni var stjørnan
Tað frættist longu áðrenn konsertina, at Høgni Lisberg var stóra stjørnan í Íslandi, og hann skuffaði ikki áhoyrararnar. Stóri pallurin klæddi Høgna og bólkinum. Teir vóru, sum eldur var í teimum. Framførslan var lívlig og fantastisk. Teir hoppaðu skríggjaðu og spældu eina orkumikla konsert. Teir løgdu fyri við 15 teimum bestu hittinum Just Dig, kontrikenda lagið gjørdi NASA til eina stóra veitslu. Tó vóru tey bæði fyrstu løgini hjá Høgna merkt av ringum ljóði. Konsertin hevði annars ljóðað sera væl, men Høgni hevði egnan ljóðmann við, og hesin stríddist fyrstu løtuna við at fáa ljóðið at rigga, men tá tvey løg vóru farin ljóðaði ordiliga væl. Ljóðmyndin hjá Høgna hevur ofta ljóða rættiliga ivasamt, men hetta var munandi betur hesaferð, og eingin ivi er um, at tað hevur hjálpt, at bólkurin hevur fingið fastan ljóðtøkning.
Lagið Star Gazers var veikasta løtan hjá bólkinum. Her er serliga hátturin, ið stilla pettið er lagt til rættis ivasamur. Men hæddarpunktini vóru nógv, m.a. Just Dig, Morning Dew, Leila og Learn To Ride On Waves.
Skal fingur setast á nakað viðvíkjandi fyriskipanini, so var tað, at konsertin varð ov long, frá kl. 21-02 er ein stórur biti at svølgja, og dekan ov stórur fyri nógv, tí fór meira enn helvtin av fólkinum avstað, tá Høgni Lisberg var liðugur. Gestir og Makrel spældu fyri væl færri fólkum enn hini. Hetta var synd, tí báðir bólkar høvdu frálíkar framførslur.

Gestir brustu sum ein bumba
Gestir tók øll av bóli, dreymakendi og inneftirvendi bólkurin, ið vit kenna frá Prix Føroyum og ymiskum konsertum kring Føroyar og í útlandinum, brast sum ein ekstrem orkubumba. Sangarin Ólavur er mentur sera nógv sum sangari og oddamaður. Hann brúkar røddina á heilt nýggjar mátar, og hetta hoyrdist serliga í fyrsta lagnum. Hetta var garrvilt, intenst og kom langt út um pallkantin.
Gestir hevur seinastu árini ofta tykst mettur, men leygarkvøldið var talan um ein svangan bólk. Hann strálaði av spæligleði, og tú noyddist at elska hann.
Gestir hevur fingið nógv burtur úr, at Knút og Niels Jákup hava spælt somikið nógv í øðrum bólkum. Teir eru báðir mentir sera nógv, og tað hoyrist aftur. Botnurin er nógv tryggari, og Knút leggur nógv svøk ljóð inn í tónleikin, sum fáa bumbuna at bresta enn ógvisligari. Tað er eisini ótrúliga stuttligt at síggja, Gestir hoppa og dansa runt á pallinum. Gestir var fyrsti bólkur, ið fekk fólk upp úr stólinum at dansa frammanfyri pallin, so her er veruliga hent nógv.

Makrel endaðu við orku
Makrel fór á pallin framman fyri eini 100 áhoyrarum, og hetta vóru móðir áhoyrarar. Konsertin hjá Makrel var tíanverri eisini merkt av manglandi orkuni hjá áhoyrarunum. Hetta orku samspæli millum bólk og fjøld er ómetaliga virðismikið. Hetta var synd, tí Makrel vísti á konsertunum á Grand Rock fríggjakvøldið og sunnukvøldið, at hetta er ein av Føroya allar bestu bólkum, um ikki tann allar besti. Framførslan hjá Makrel var í mun til hinar hetta kvøldið, merkt av eitt sindur verri ljóði. Tað tók eina løtu hjá Makrel ordiliga at spæla seg heitar. Beelzebub og Filthy Tongue vóru væl spæld og góð, men tó uttan sama flog sum á hinum konsertunum. Hetta batnaði, tá Euphoria kom á skránna og Transcend, Wonderland og Forever and Beyond gjørdust stórslignar upplivingar.
Makrel hevur sera nógva orku og eitt sterkt konsept. Tá man upplivir teir á konsert, gerst tað enn greiðari hvussu nógv betur løgini eru, enn tey ljóða á nýggju fløguni. Hetta er ein bólkur, ið hevur so nógvar møguleikar fyri at klára seg uttanlands, at tað bert eru teir sjálvir, ið avgera hvussu langt teir koma.

Føroyskur mentanar sigur
Kvøldið var drúgt og hart, men samanumtikið eisini fantastiskt. Føroyskur tónleikur vísti sítt vakrasta andlit, og kvøldið var ein brakandi success, og eitt risa framtak fyri føroyskan tónleik sum vinnu, at 100 fólk úr vinnu og miðlum fingu so góða uppliving av føroyskari mentan kann bert verða okkum til frama.