Henrik Old er nú nýggjur formaður í Útnorðurráðnum.
Henrik tekur við formanssessinum eftir íslendska Birgir Ármannsson.
Tá Henrik Old tók við sessinum á fundi, sum Útnorðurráðið júst hevur havt, staðfesti hann, at bæði millum- og altjóða samstarv fáa alt størri týdning.
- Fyri okkum í útnorðuri inniber hetta bæði avbjóðingar og møguleikar, men tað er truplari hjá smæstu tjóðunum at verða hoyrdar, staðfesti Henrik, sum tó legði afturat, at júst útnorður-samstarvið betrar um hesi kor.
Henrik Old er føddur í Vági í 1947. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri javnaðarflokkin í 1984. Síðani 1995 hevur hann verið formaður í vinnunevndini á tingi.
Umframt Henrik Old telir formansskapurin í Útnorðurráðnum Jonathan Motzfeldt, formaður, og Birgir Armannsson, annar næstformaður.