Føroyskur flogskipari í Íslandi: Umboðar íslendskar útróðrarbátar í Føroyum

Ellef Ellefsen sigur, at fyritøkan, Seiglu ehf. í Reykjavík hevur higartil bygt 4 bátar. Virksemið byrjaði fyri 10 árum síðan, tá ið fyritøkan átók sær at broyta bátar fyri íslendskar útróðrarmenn. ? Her fingu teir tann kunnleika og tær royndir, sum eru grundarlagið fyri bátaslagnum, teir byggja í dag, sigur føroyski umboðsmaðurin

BÁTASØLA
Vilmund Jacobsen

Ellef Ellefsen, sum er føroyingur, men starvast sum stýrimaður innan íslendsku loftferðsluna, umboðar eisini íslendskar útróðrarbátar í Føroyum.
Báturin, sum hann ynskir at gera vart við í Føroyum, ber heitið, Seigur 1000. Hann er 10 metrar langur og 3 metrar breiður.
Seigur er teknaður og bygdur av fyritøkuni, Seiglu ehf. Í Reykjavík. Hetta arbeiði byrjaði fyri 10 árum síðan, tá ið Seiglu byrjaði at broyta bátar fyri íslendskar útróðrarmenn.
? Her fingu teir tann kunnleika og tær royndir, sum eru grundarlag fyri bátaslagnum, teir byggja í dag.
Ellef sigur, at fyritøkan higartil hevur bygt 4 bátar. Leveringstíðin er 3 mánaðir, eftir at sáttmáli er undirskrivaður; tá liggur báturin í Føroyum.

Skjóttgangandi og ógvuliga rúmligur
Føroyski umboðsmaðurin sigur, at tað, sum er kollveltandi við júst hesum bátinum, er, at hann er skjóttgangandi, ógvuliga rúmligur og sera orkusparandi ? sjálvt við góðari ferð.
? Báturin er soleiðis bygdur, at honum nýtist ikki nógva orku til at sigla skjótt, sigur Ellef, sum tekur eitt dømi fram:
? Tað eru bátar, sum sigla skjótt. Vit kunnu t.d. taka ein 33 fóts bát, sum siglir 22 míl tómur, men bert 10 míl við fullari last. Seigur 1000 gongur 26 míl við fullari last.
Seigur 1000 hevur 450 hk. volvo penta.

Nógv ferð, brennur lítið
? Báturin er »testaður« við fullum tanga av olju, 1300 litrum (1050 kg.), 16 kassum í lastini (480 kg.) og 800 kg. av gørnum. Við hesi last sigldi hann 26 míl og brúkti 2, 4 litrar av olju fyri hvørja míl ella 62,4 litrar um tíman. Síðan varð hann lastaður við 2 tonsum aftrat. Við tyngri last og 26 míla ferð, var oljunýtslan 3,2 litrar fyri hvørja míl ella 83,2 litrar um tíman, sigur føroyski umboðsmaðurin.
Sum dømi um ferðina, sigur Ellef, at Seigur 1000 hevur hálvan triðja tíma út á Føroya Banka.
Spurdur, hvat báturin kostar, nevnir umboðsmaðurin ikki nakað tal, men vísir á, at eingin bátur av somu stødd, er bíligari enn Seigur 1000.
Umborð á útróðrarbátinum eru tvær koyggjur, wc, bonkur, borð og gasskomfýrur.
Íslendski útróðrarbáturin fæst eisini 11 metrar langur og 3,2 metrar breiður.