- Tá ið eg vaknaði var blóð allastaðni. Vit fóru við fullari ferð niður gjøgnum luftina. Flogskiparin er ein hetja. Hann bjargaði lívi mínum.
So stór orð brúkar Nanna Lüders, danska songkvinnan handan kenda sangin Buster, um føroyska flogskiparan Finnbjørn Garðalíð.
Fríggjadagin var hann skipari á einum lítlum taxaflogfari, sum mundi dottið niður millum Bornholm og Samsø, tí ein rútur knústist. Tíbetur eydnaðist tað í evstu stund Finnbjørn Garðalíð at venda flogfarinum og at lenda aftur í Rønne í øllum góðum. Men bert fáar minuttir frammanundan var Nanna sannførd um, at síðsti tímin var komin.
Rætti flogfarið upp
Óhappið hendi einar 20 minuttir eftir, at lítla taxaflogfarið, ið einans tekur fimm ferðafólk, var farið upp frá. Í somu løtu sum tey flúgva inn í nøkur skýggj, brestur eitt vindeyga knappliga inn í kabinuna á lítla flogfarinum hjá flogfelagnum Baltic Air Servic. Flogfarið misti sera skjótt flogið og fór bóltandi niður gjøgnum luftina. Um somu tíð misti Nanna eisini vitið í eina løtu.
- Tá ið eg vaknaði var blóð allastaðni, og eg var sannførd um, at eg skuldi doyggja. So eg bað til, at tað skuldi henda skjótt. Flogskiparin er ein hetja. Hann bjargaði lívi mínum, segði hon við BT, sum fekk orðið á hana aftaná hendingina.
Finnbjørn hevur tað gott
Tað er ein fámæltur Finnbjørn Garðalíð, flogskipari, sum Sosialurin fær orðið á í morgun. Hann sigur, at nú skal tilburðurin kannast av skaðanevndini, og aftaná verður lættari at úttala seg um hendingina.
- Eg fekk onki mein og havi tað gott. Eisini eri eg farin til arbeiðis aftur, sigur hann. Hann vísir á, at hendingin ikki var so ógvuslig, sum donsk bløð vilja vera við.
Skakandi hending
Til alla lukku komu øll undan óhugnaligu hendingini uttan mein. Nanna segði soleiðis við BT:
- Eg var sera sera skelkað og varð koyrd á skaðastovuna. Men tíbetur hevði eg ikki fingið nakran skaða. Hon fekk eitt kamar á hotelli í Rønne, har hon kom nøkulunda fyri seg aftur.
- Eg havi tað gott nú. Men vit vita sjálvandi ikki, um okkurt kemur upp seinni, segði 44 ára gamla Nanna, sum eftir ætlan skuldi framføra á Samsø-festivalinum saman við danska sangaranum Johnny Madsen. Men hetta var sjálvandi av ongum.
Sven Bremer er stjóri í flogfelagnum Baltic Air Service, sum leigar smærri flogfør út til ymisk høvi. Hann váttar tilburðin fyri Sosialinum og sigur, at øll eru sera skelkað enn.
- Men eg fái ikki úttala meg so nógv enn, tí skaðanevndin skal nú kanna hendingina, sigur stjórin i Baltic Air Service, Sven Bremer. Talan var um eitt PA-32 taxaflog, har pláss er fyri tveimum flogskiparum og fimm ferðafólkum.










