Ì seinastuni, hevur nógv tjak verið, um trupulleikan, av at so stórur partur av feskfiskinum, sum verður veiddur undir Føroyum, fer óvirkaður av landinum. Vinnulísvfólk hava úttalað seg og politikarar hava eisini nomið við trupulleikan og víst á møguligar loysnir, fyri at avmarkað útflutningin av óvirkaðum fiski.
Undirritaði, vil við við støði í hesum notati, umrøða kappingarførið í føroyska fiska-ídnaðinum, tær hóttanir sum fiskídnaðurin stendur fyri, og hvørjir møguleikar eru, at møta hóttanunum.
Ì Talvu I, er víst feskfiskaveiðan undir Føroyum í tíðarskeiðnum 1997-2002. Verður sæð burtur frá veiðiárinum 2002, hevur árliga veiðan verið góð 100.000 tons. Nakað er, sum bendir á at veiðan í 2003, verður á nøkunlunda sama støði, sum í 2002.
Verður hugt at veiðuni av teimum ymisku fiskasløgunum, sæst at upsaveiðan hevur verið støðugt vaksandi. Veiðan av hinum fiskasløgunum, hevur verið rættuliga jøvn í tíðar-skeiðnum 1997-2002. Tó, hevur veiðan av upsi, toski og hýsu í 2002, verið munandi størri enn meðalveiðan alt tíðarskeiðið. Gongdin í 2003, er nokk so lík gongdini í 2002.
TALVA I. Føroyska feskfiskaveiðan undir Føroyum 1997-2002 (Hagstova Føroya 2003)
Verður hugt eftir útflutninginum av óvirkaðum feskum fiski 1997-2002 (Talva II), kemur fram, at í meðal hevur hesin útflutningurin ligið um 27.000 tons. Eisini her sæst, at árið 2002 líkist burturúr, har nøgdin av útfluttum óvirkaðum fiski næstan tvífaldaðist, í mun til meðalútflutningin í tíðarskeiðnum 1997-2002.
TALVA II: Ùtflutningur av óvirkaðum feskum fiski1997-2002 (Hagstova Føroya 2003)
Tað mest áhugaverda er tó, at samanbera útflutningin av óvirkaðum feskum fiski við veiðuna. Hetta er víst í Talvu III.
Sum tað framgongur av talvuni, er útflutningurin av feskum heilum óvirkaðum fiski, í meðal 24% av heildarveiðuni. Àrið 2002 líkist eisini burturúr hinum árunum.
Ùtflutningurin av óvirkaðum toski, hýsu og serliga upsa , er vaksin prosentvís, sera nógv í 2002. Teir fyrstu sjey mánaðirnir í 2003, eru útflutt góð 31.000 tons av óvirkaðum fiski, og tískil kann roknast við at gongdin í 2003, er lík henni í 2002. Ì øllum tíðarskeiðnum, er tað serliga hýsan, sum verður útflutt óvirkað.
TALVA III: Ùtflutningurin av óvirkaðum fiski sum prosenpartur av feskfiskaveiðuni 1997-2002.
Spurningurin, er so, um gongdin, har størri partur av feskfeskaveiðuni verður útfluttur sum óvirkaður fiskur, er ein staðfesting av, at kappingarførið í føroyska fiskaídnaðinum er versnandi. Er framleiðslukostnaðurin ov høgur, ella eru hendar broytingar í kappingar-umhvørvinum, sum gera at kappingarførið, í vinnuni er versnandi.
Eftir mínari áskoðan, er tað bæði tað høga kostnaðarstøðið ì Føroyum og tær broytingars um eru hendar í kappingarumhvørvinum hjá vinnuni.
Broytingar í kappingarumhvørvinum, gera seg serliga galdandi á tann hátt, at kappingin frá lágkostnaðarlondum, gerst alsamt harðari, á teimum marknaðum, sum føroyingar vanliga selja sínar fiskaúrdráttir á (Týskland, USA, England, Frakland).
Sum dømi uppá hetta, kunnu vit lýsa kappingina frá Kina.
Ùtflutningurin av frystum fiskaúrdráttum úr Kina, er í tíðarskeiðnum 1996-2001, meira enn fimmfaldaður (Fiskifrettir juli 2003). Ì 1996 var útflutningurin úr Kina 900 mill. Kr. Ì 2001 var útflutningurin, vaksin til knappar 5 milliardir. Høvuðsmarknaðinir fyri kin-verskar fiskaúrdráttir eru, USA, Fjareystur og Europa. Ì 2001 var Europa størsti út-flutningsmarknaðurin fyri frystar kinverskar fiskaúrdráttir.
Framleiðslan í Kina, er grundað á keyp av frystari rávøru(avhøvdaðum fiski) úr Europa, Fjareystri og Alaska. Tann ógvusligi framleiðsluvøksturin seinnu árini, er serliga grundaður á keyp av frystum avhøvdaðum fiski úr Vestur-Europa (serliga Noreg).
Ì Kina, verður fiskurin hondskorin til flak (Mynd 1) og útfluttur aftur til Europa sum tvífrystir úrdráttir, á teimum somu marknaðum sum føroyingar, íslendingar og norðmenn eisini selja sínar fiskavørur á. At byrja við, var góðskan á kinversku framleiðsluni vánalig. Eitt stutt skifti, bannaði ES eisini innflutninginum av kinverskari fiska-framleiðslu.
Sambært serfrøðingum, er góðskan á tí kinversku framleiðsluni, nú líka so góð, sum góðskan á føroyskum, íslendskum og norskum fiskaúrdráttum.
MYND 1: Flakaframleiðsla við hond í Kina, anno 2003 (Fiskifrettir Juli 2003)
Kinverjar bjóða tí eina líkagóða vøru fram, sum vit, men til ein munandi lægri útsøluprís.
Norway Seafoods, gjørdi fyrr í ár, eina samanbering av framleiðslukostnaðinum í Noregi og Kina, fyri fryst toskafløk (Talva IV).
TALVA IV: Samanbering av framleiðslukostnaðinum Kina og Noregi (Fiskifrettir Juli 2003). Úrtøkurnar eru roknaðir frá avhøvdaðum fiski
Sum tað kemur fram av talvuni, er munurin í framleiðslukostnaðinum um knappar 12 kr.
Tað eru serliga tveir eyðsýndir munir, millum frystiframleiðsluna í Kina og Noregi.
1. Ùrtøkan
2. Lønarkostnaðurin (skiftandi og fastir)
Ì Kina, verður allur fiskurin flakaskorin við hond, meðan fiskurin í Europa verður maskinskorin. Ùrtøkan við hondskering, er munandi størri enn við maskinskering (12%). Hetta gevur ein mun í rávørukostnaðinum, uppá 4,35 kr.
Tann stóri munurin er tó í framleiðslulønunum. Munurin er her, knappar 12 kr fyri kilo av lidnari vøru. Mánaðarliga meðallønin, fyri ein kinverskan framleiðsluarbeiðara er umleið 100 USD (650 kr).
Flutningskostnaðurin, er sjálvandi størri fyri kinverjar enn fyri norðmenn, tí tann frysta rávøran skal fyrst flytast til Kina og síðan aftur til Europa, sum tvífrystflak.
Kinverjar, kunnu tískil selja somu vøruúrdrattir, á somu marknaðir, sum føroyingar, íslendingar og norðmenn gera, fyri ein søluprís sum er 12 krónur lægri.
Hetta er høvuðsorsøkin, til at vit merkja eina munandi harðari kapping á marknaðinum og tað gerst truplari og truplari at framleiða fiskin í Føroyum lønandi. Hetta sæst aftur m.a. í at útflutningurin av óvirkaðum fiski veksur úr Føroyum, veksur støðugt og ístaðin verður arbeiddur í londum, har framleiðslukostnaðurin er lægri enn í Føroyum.
Hvørjar møguleikar, hevur so tann føroyska fiskivinnan á landi, at møta kappingini frá lágkostnaðarlondum. Hvørjar broytingar ella tillagingar, eru vit noyddir at gera framyvir, fyri at standa okkum í kappingini.
Eg síggji tríggjar møguleikar, sum kunnu verða aktuellir, og verða hesir umrøddir niðan-fyri.
1. Feskar vørur og saltaðar vørur
2. Automatisering av framleíðsluni og leitan av nýggjum framleiðslumøguleikum og marknaðum
3. Hjáframleiðslur og biotøkni
1. Feskar vørur og saltaðar vørur:
Skal føroyski fískaídnaðurin, klára seg í kappingini við lágkostnaðarlondini, má vinnan leggja áherðslu á "posisjonera" seg á marknaðinum. Hetta merkir, at í nógv størri mun enn nú, má vinnan framleiða ein vøru, sum er annarleiðis, enn tann vøran sum verður boðin út frá lágkostnaðarlondunum.
Tann fyrimun, sum vit serliga hava framum t.d. kinverjar, er møguleikin, at kunna bjóða feska -, og saltaða dygdarvøru, til kravmiklar keyparar í Europa og USA.
Vit mugu gera kringumstøðurnar so góðar sum møguligt, fyri hesum framleiðslu-møguleikunum. Hvat feskari vøru viðvíkur, er neyðugt at leggja doyðin á, at betra um logistikkin.
Tað er týdningarmiklari politiskt, at umrøða spurningin um betri flogferðslumøguleikar fyri feskar fiskaúrdráttir, enn alt tosið um undirsjóvartunlar. Skal ein megnað, at verða ein álítandi útvegari av feskum úrdráttum og røkka best møguligum prísi, er neyðugt at útvegað kundunum feskar dygdarvørur hvønn dag, alt árið.
Ì 2002, útfluttu íslendingar 28.000 tons av feskum fiskaúrdráttum við flogfari, til marknaðin í USA og Europa (Pállson pers.samr. Oktober 2002). Serliga, er tað tann daggamli fiskurin, sum verður útfluttur sum feskur úrdráttur við flogfari. Sum tað framgongur av Talvu V, er tann íslendski útflutningurin av óvirkaðum fiski eisini munandi minni enn av óvirkaðum fiski úr Føroyum.
TALVA V: Samanbering av útflutninginum av óvirkaðum fiski úr Føroyum og Ìslandi í árinum 2002.
Tann daggamli fiskurin í Ìslandi, verður fyri tað mesta landaður ókruvdur, seldur á uppiboðssølu, hondskorin, fyri síðan at verða flogin inn dagliga til marknaðinir í USA og Europa. Tann daggamli fiskurin er eisini tann fiskurin, sum fær tann besta rávøruprísin í Ìslandi.
Tað er tí ein tvørsøgn (paradoks), at tann daggamli fiskurin (útróðrarfiskurin) í Føroyum, hevur lægsta avreiðingarprísin. Hetta fortelur okkum, at tað liggur eitt ómetaliga stórt óbrúkt virðisskapanar potensiali í tí daggamla fiskinum í Føroyum. Umframt virðis-skapanarpotensialið úr sjálvum fiskinum, liggur eisini eitt stórt potensiali í innvøllunum (rogn, sil, livur, magar), sum burtursæð frá einum parti av rognunum, als ikki verður
gagnnýttur í dag. Innvøllinir verða tveittir fyri borð.
Tað er eingin loyna, at føroyskur saltfiskur hevur eitt sera gott orð á seg á marknaðinum. Hetta tí, at man hevur megnað at framleitt eina javna og dygdargóða vøru, sum keyparnar hava vilja goldið ein meirprís fyri.
Sera umráðandi er tí, at halda fast um hesa serstøðina og í enn størri mun, marknaðarføra vørumerkið "Faroe Fish".
2.Automatisering av framleiðsluni og leitan av nýggjum framleiuðslumøguleikum og marknaðum
Upsi, er ein stórur partur av feskfiskaveiðuni undir Føroyum. Upsi, er ein bíligur úrdráttur, og er í sera harðari kapping við annan fisk sum t.d. alaska pollock, sum í stórum nøgdum, verður framleiddur í lágkostnaðarlondum. Høvuðsmarknaðurin fyri upsa er Týskland. Tann grái liturin í upsanum, ger at áhugin fyri upsanum er ógvuliga av-markaður t.d. í Onglandi og USA. Royndir hava verið gjørdar at fáa upsin hvítan, men enn er langt á mál.
Umframt, at troyta møguleikarnar við feskum og saltaðum úrdráttum fult út, mugu vit ásannað, at neyðugt er at effektiviserað framleiðsluna, soleiðis at framleiðslukostnaðurin fer niður. Hetta hevur við sær, at neyðugt er við nýggjum framleiðsluútbúnaði, sum er arbeiðssparandi. Fyri at forrentað hesar nýíløgur, er neyðugt at framleiða upsan á virkjum, sum arbeiða stórar nøgdir árliga.
Neyðugt er samstundis, at sundurbýta framleiðsluna meiri, bæði hvat vørubólkum og marknaðum viðvíkur. Av landframleiðsluni av upsa í Føroyum í 2002, vóru frystir úrdráttir (75%), saltaðir úrdráttir (23%) og feskir úrdráttir (2%) av samlaðu upsa-framleiðsluni (Hagstova Føroyar 2003)..
Tilsvarandi tøl í Ìslandi vóru í 2002, frystur blokkur (18%) fryst fløk og sundurskorin
flakastykkir (44%), saltflaktur fiskur (18%), saltfløk (17%) og klippfiskur (3%).
Ìslendski útflutningurin er eisini skiftir til munandi fleiri lond, enn tann føroyski.
Eftir eina ferð í Japan heystið 2002, hevur tað undrað meg ikki sørt, at ein ikki kannar møguleikarnir at fyri selja frystar upsaúrdráttir í Japan. Liturin á tí føroyska upsa-flakinum, er ógvuliga meinlíkt litinum á tunfiski, sum er eitt av teimum fiskasløgunum, sum verður mest etið av í Japan.
3.Hjáframleiðslur og biotøkni
Gagnnýtsla av øllum, er ein upplagdur møguleiki, at betra um tað samlaða kappingarføri hjá tí føroysku fiskivinnuni. Um virði fæst burturúr øllum fiskinum, stendur ein seg munandi betri í kappingini um ráfiskin.
Hjáframleiðslur, umfatar tað, sum eftir av rávøruni, táið høvuðsvøran er viðgjørd (høvd, ryggir, skræða og fráskurður) og innvøllir, sum við undantak av rognum, ikki koma á land við fiskinum, men verða tveittir fyri borð.
Gongd er komin á, at gagnnýta høvdini til matna. At tað leggja stórir møguleikar fyri virðisskapan av hjáframleiðslum, er Faroe Marine Products (Høvdavirkið) í Lorvík, eitt talandi dømi um. Síðan framleiðslubyrjan í Oktober 2001 og til nú, hevur virkið útflutt fyri umleið 60 mó. Kr. Útflutningsvirðið er fýrfaldað, sammett við, um høvdini, ístaðin fyri høvdu farið til tær siðbundnu framleiðslunar, fiskaslógv og/ella fryst minkafóður.
Tað leggja enn, nógvir møguleikar fyri at gagnnýta tað hjáframleiðsluna sum stavar frá fiskaframleiðsluni á landi. Harumframt er sera stór virðir sum dagliga, fara fyri skeyti, tá hugsað verður um allar teir innvøllir, sum verða tveittir fyri borð.
At tað liggja stórir ótroyttir virðisskapanar møguleikar innan hjáframleiðslur í Føroyum, sæst, um vit hyggja eftir útflutninginum av hjáframleiðslum úr Islandi í 2002 (Talva VI).
Ìslendingar útfluttu hjáframleiðslur í 2002, fyri knappar 600 mio. Kr í okkara virði. Mín meting er, at virði av tí føroysku hjáframleiðsluni í 2002, í mesta lagi var 60 mio. Kr.
Sum tað kemur fram av talvuni, eru stór virði úr innvøllum(livur, rogn v.m) og í høvdum og ryggjum, sum vit í Føroyum hava møguleika at gagnnýta betri, um vilji, virkisfýsni og rættu karmarnir eru fyri hesum.
Sum tað gongur fram av Talvu VII, seta íslendingar eisini, sera stórar vónir til framtíðina, til at gagnnýta allan fiskin.Eftir áheitan frá íslendska fiskimálaráðharranum Àrna Mathiasen, var ein serfrøðingabólkur settur, umboðandi vinnuna, lærda háskúla Ìslands, Rannsóknar stovu Fiskiídnaðarins og Fiskimálaráðið.
Hesin bólkur handaði fiskimálaráðharranum í fjørvár, eitt álit, nevnt AVS verkaætlanin, sum er ein stytting fyri Added Value Seafood.
TALVA VI:
Tað sum er áhugavert við AVS verkaætlanini, er at serfrøðingabólkurin, væntar at teir stóra virðisskapanar møguleikarnir, eru innan hjáframleiðslur, biotøkniskar úrdráttir og aling. Innan hjáframleiðslur, væntast vøksturin at tvífaldast, frá 600 mio. Kr í 2001 til 1, 2 milliardir í 2012.
Biotøkniskir úrdráttir, sum umfatar framleiðslu av servørum úr fiskaslógvi, sum livur, rogn, sil og magar, til úrdrattir, sum verða brúktar til íblanding í smyrsl, heilivág, orku og kosttilskot, functonal foods v.m., at vaksa úr 30 mio. Kr í 2001 til 1,1 milliard í 2012.
Tann minsti virðisvøksturin, vænta íslendingar, er innan tær siðbundnu framleiðslunar.
Tað átti ikki at verið nakað í vegin, fyri at eisini føroyingar kundu troytt teir virðis-skapanarmøguleikar sum liggja innan hjáframleiðslur og biotøkniskar úrdráttir. Gongdin í heiminum er eisini soleiðis, at rávørumarknaðurin verður alsamt meira globaliseraður t.m. at tað verður altjóða frí kapping um ráfiskin. Tey londini sum duga best at fáa burturúr øllum, vilja verða vinnarnir í hesi kappingini.
Afturat teimum trimum møguleikunum, sum eru nevndir omanfyri, er spurningurin um burðardygga veiðu og gagnnýtslu av øllum. À enskum verður hetta rópt Responsible Fisheries og Responsible Utilisation.
Hetta er eitt rák í heiminum, sum alsamt fær størri týdning í samband við framleiðslu og sølu, av matvørum, sum heild.
Tann føroyska fiskidagaskipanin, er uttan iva ein skipan, sum stilla føroyingar sterkar, í samband við burðardygga veiðu. Ì spurninginum um burðardygga framleiðslu, eru vit tíverri langt frá tí, sum kemur undir hetta hugtakið. Hetta gerst sjálvandi ikki eftir, stuttari tíð, men vit mugu seta hol á nú. Tann fyrsta fortreytin fyri hesum er, at innvøllirnar ikki verða tveittir fyri borð, men verða tiknir til lands og gagnnýttir til lønandi virksemi.
Tann almenni myndugleikin kundi rætt vinnuni eina hjálpandi hond, við at fáa inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, eina skyldu, at taka teir innvøllir til lands sum tað finnast fiskakeyparar til. Teir sum velja ikki at taka innvøllinir til lands, kundu t.d. verið sektaðir við mistum fiskidøgum. So er tað upp til tað einstaka reiðaríið at avgera um tað er meira lønandi at tveita innvøllinur í havið ella taka teir til lands.
Vinnan, má tillaga sítt framleiðsluval, val av marknaði og kostnaðarstøðinum, eftir teimum broytingum, sum henda í kappingarumhvørvinum
Leikluturin hjá almennu myndugleikunum, verður at skapa góðar karmar fyri at røkka teimum málum sum eru nevnd omanfyri. Hetta hevur við sær at betrast má um flutningsmøguleikarnar, gransking og útbúgving má stuðlast, og sett verða almenn krøv í samband við góðskuni á rávøruni, og at medvirkað verður til at einki verður tveitt fyri borð, sum virði kann fáast burturúr. Føroyskum fiskavirkjunum, mugu eisini javnsetast við útlendsk fiskavirkir, í kappingini um ráfiskin.
Vinnugransking og nýskapan, fer framyvir at hava ein sera stóran týdning, taíð umræður at menna nýggjar vinnur og vørur. Tað er tí hugstoytt at játtanin til eitt nú Fiskivinnu-royndir verður niðurskorin á komandi fíggjarlóg.
Framtaksgrunnurin, sum vinnumálaráðið varðar av, má fáast at stuðla nýggjum vinnum og verkaætlanum, og ikki sum higartil, mest at virkað eftir undantaksregluni.










