Føroyskur filmur á Tjóðpallinum

Leygarkvøldið og sunnukvøldið ber til at síggja seinastu stuttfilmarnar hjá Sakaris Stórá á Tjóðpalli Føroya.

Nýggi filmurin hjá honum kallast Vetrarmorgun og er framhald av filminum summarnátt. Báðir filmarnir verða sýndir Tjóðpallinum um vikuskiftið. Eftir sýningarnar tosar Brynhild Thomsen við Sakaris Stórá, Armgarð G. Mortensen og Helenu H. Jørgensen. 


Vetrarmorgun

Tjóðpallur Føroya

Leygarkvøldið 21/9 og sunnukvøldið 22/9